NSÍ brúkti sterkan lút

Hugburðurin hjá oddaliðnum var leingi verri, enn hann var hjá NSÍ, sum vann nærdystirnar og ognaði sær stigini við trimum fínum málum

Fótbóltur

EB/Streymur hevur eitt NSÍ kompleks. Ella er tað rættari í hesum førinum at venda tí tann vegin, at tað er NSÍ, sum hevur takið á EB/Streymi, sum bara hevur tapt tvær ferðir. Báðu ferðirnar hevur tað verið ímóti NSÍ, og báðu ferðirnar hevur tað verið í Runavík.
Í góðveðrinum við Løkin sást tað beinanvegin, at heimaliðið var betri trimmað til stóru uppgávuna, enn gestirnir vóru tað. NSÍ vann nærdystirnar, heimamenninir vóru raskari í stríðnum um nógvu returbóltarnar, og NSÍ spælararnir fluttu seg meiri og skilabetri. Ikki minst Bogi Løkin og Jústinus R. Hansen á sentrala miðvøllinum.
EB/Streyma spælararnir tóktust frá fyrsta bríksli minni giraðir til uppgávuna. Teir vóru tøvandi, tá ið teir skuldu elta og takla bólthaldaran, og teir høvdu ilt við at finna rútmuna í samanspælinum. Á miðvøllinum vóru teir ikki so skilagóðir, sum oddasessurin ber boð um, at teir hava verið higartil í ár, og royndirnar ímóti málinum hjá Jens Martini Knudsen vóru leingi fáar og jánkasligar.
Tað var ikki fyrrenn 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal, at tað kom meiri tyngd í hjá EB/Streymi. Tá fóru teir at vinna nærdystir, teir komu onkra ferðina til innlegg, og viðhvørt stóðust spentar støður í brotsteiginum.
Bárður Olsen minkaði um munin til 3-1, eftir innlegg og afur og fram og fantom hálvbjarging frá Jens Martini. Hetta var miðskeiðis í 2. hálvleiki, og tað kendist ikki sum um, at NSÍ var hótt.
At Egil á Bø beinanvegin eftir steðgin varð fluttur úr miðverjuni og fram undir liðina á Sorin Anghel hevði givið størri tyngd í álopspartin hjá EB/Streymi. Men samstundis kendist tað sum um, at møguleikin fyri máli í hinum endanum, har sera væl upplagdi Christian Høgni Jacobsen lúrdi í borðinum, var eins stórur, sum hann var í hinum endanum.
Fýra teir síðstu minuttirnir vórðu óneyðuga spennandi hjá heimaliðnum. Sorin Anghel elti framlegging, og tá ið hann gjørdist leysur frammanfyri Jens Martin var hann púra tryggur og minkaði um munin til 3-2. Hesa løtuna var NSÍ um at missa góða avrikið í 1. hálvleiki á gólvið. Royndir spælarar sum Viggo Johannesen og Jens Martin Knudsen fingu gult kort, og onkra ferðina manglaði ikki so nógv í, at EB/Streyma menninir komu í støðu, sum kundi borið mál við sær. Men teir komu ikki nærri enn 3-2 tapi.

Fínu avrikini
Góða løtan hjá NSÍ, sum at enda vísti seg at bera trý stig við sær, var 1. hálvleikur, tá ið teir skoraðu trý mál, sum vóru sera góð.
Vinstrabeinti Einar Hansen, sum ikki hevur átt fast pláss, men sum tær seinastu ferðirnar hevur verið ytstur á miðvøllinum í høgru, setti hol á við dundurskoti. Eitt sindur heppið tamdi hann í høgru framlegging av miðjuni. Hann dróg eitt sindur innfyri, smekkaði til úr 22 metrum, og bólturin fór dygst inn undir nærru samankomingina. Eitt meistarliga flott mál.
Hetta var í 19. minutti, og tíggju minuttir seinni átti Einar uppleggið, tá ið NSÍ økti. Eftir framlegging í vinsta borð lyfti hann hegnisliga innfyri, har Sonni L. Petersen við høvdinum stýrdi bólin í mótsatta síðunetið.
EB/Streymur royndi at stríðast fyri at fáa eitt mál undan steðginum. Í staðin var tað NSÍ, sum økti til 3-0. Ytstu miðvallararnir skiftu ofta pláss. Ein minutt undan hvíldini fekk sera væl upplagdi Christian Høgni Jacobsen bóltin heilt úti í borðinum og eitt sindur frammanfyri miðstrikuna. Hann setti ferð á við kós móti brotsteiginum. Fleiri av gestunum hugdu at honum og bakkaðu undan, meðan teir kannaðu hvat viðspælararnir hjá Christian Høgna, sum ofta vóru skjótir fram, vóru. Landsliðsspælarin takkaði fyri friðin og náðirnar, tá ið hann var átjan metrar úr málinum, smekkaði hann til, og bólturin smeyg sær dygst inn við nærru stólparótini.
Í síðsta enda vístu fínu málini í 1. hálvleiki seg at vera nóg mikið til NSÍ sigur. Men síðstu løtuna vísti EB/Streymur, at teir skulu ikki hava so langt tjóður fyri at sleppa framat aftur