Tað gekst sera væl hjá NSÍ-fótbóltinum í fjør, og vónirnar eru góðar fyri hetta árið eisini. ? Hesi úrslitini koma ikki sær sjálvum, men vit eru í teirri hepnu støðuni at eiga fólk, sum veruliga brenna fyri felagnum, sigur formaðurin í NSÍ, Piddi Hansen.
- Vit eiga tíbetur sera nógvar eldsálir í NSÍ. Tað eru hesar, sum veruliga halda felagnum uppi, sigur NSÍ-formaðurin.
NSÍ er í dag eitt sera virkið fótbóltsfelag, sum hevur hundraðtals leikarar og omanfyri 600 fólk sum limir. Her krevst at arbeiðið er væl skipað allan vegin - frá teimum ið stríðast á vølli og til øll tey, ið tryggja umstøðurnar fyri at felagið kann stabiliserast og menna seg í framtíðini.
Ein teirra, sum fegin vil taka eitt tak á hesi leið er júst Piddi Hansen, sum hevur stóran áhuga fyri fótbólti og ítrótti í síni heild.
Umframt hetta hevur hann íðkað nógvar aðrar ítróttargreinar, og hevur millum annað róð kapp við Tjaldrinum og Eysturoyingi.
Nú er tað altso NSÍ fótbóltur, sum stendur ovast á skránni á ítróttarligu dagsskrá hansara.
- Hetta kann mangan vera eitt strævið arbeiði, men hinvegin er tað sera áhugavert. Serliga nú, ið tað gongur so væl hjá Formulaliði okkara, sigur hann, og leggur aftrat, at felagið er vaksið ótrúliga nógv hesi seinnu árini.
- NSÍ er eisini vorðið til eitt felag sum øll herinni eru sera góð við!
Í NSÌ eru í dag omanfyri 600 limir, umframt eitt ótal avfólki ið altíð eru til reiðar við eini hjálpandi hond - ikki minst nú eystanstevna verður um vikuskiftið.