Tað er fyrrverandi íslendski landsliðsvenjarin, Guðjón Ꝥórðarson, sum eisini hevur vant eitt nú Stoke City, sum fyri fyrstu ferð stendur á odda fyri heimaliðnum við Løkin, tá ið NSÍ seinnapartin fær vitjan av EB/Streymi.
-Vit hava vant hvønn dag, og nú gleða vit okkum at spæla í landskappingini. Vit eru í betri venjing, enn vit nakrantíð hava verið. Hóast vit hava skift venjara, so er konseptið umleið tað sama, sum tað hevur verið, men sjálvandi hevur nýggi venjarin sínar ætlanir. Bæði tá ið tað snýr seg um at seta liðið, og tá ið tað snýr seg um, hvussu tað skal ganga fyri seg, sigur Petur Knudsen, ið verður roknaður at vera ein av lyklaspælarunum í framrættaða partinum, nú Árni Frederiksberg er farin úr barndómsfelagnum.
Hjá NSÍ eru tríggir skaddir. Teir eru miðverjin Per Langgaard, vongverjin Bárður J. Hansen og framrættaði Øssur Dalbúð. Jann Benjaminsen hevur verið darvaður av skaða, men møguliga verður hann førur fyri at spæla ídag.
Útskiftingin hevur verið stór í EB/Streymi. Jákup Martin Joensen, sum í síni tíð var á EB/Streyma liðnum, sum vann so nógv, er nýggjur venjari, og fleiri spælarar eru farnir og aðrir komnir.
-Hóast talan er um nógvar skiftingar, so verði eg ikki bilsin, um vit enda á sætta ella sjeynda plássi. Dreymur er, at vit so við og við skulu lyfta liðið aftur upp, har sum tað var fyri nøkrum árum síðani, sigur Árni G. Olsen. Eftir at hava verið eitt ár á Argjum, er hann aftur í barndómsfelagnum.
Tað eru ikki so ógvuliga nógvir royndir spælarar í EB/Streymi. Tí kemur tað illa við, at tríggir við nógvum royndum eru langtíðarskaddir. Teir eru Andras Olsen, Leif Niclasen og Arnar Dam.