Í dag skrivaðu vit á in.fo um, at NSÍ leitar sær eftir nýggjum venjara í Íslandi, har felagið hevur verið í sambandi við Arnar Grétarsson, sum áður hevur verið venjari hjá eitt nú Breiðabliki.
Les eisini: NSÍ hevur bjóðað venjara starvið
- Eg havi fingið eina uppringin frá NSÍ og havi tosað við formannin í felagnum, váttar Arnar Grétarsson fyri íslendsku heimasíðuni 433.is í dag.
Tað er tó ikki bara NSÍ, sum vil hava fatur á hesum íslendska venjaranum, sum eisini hevur starvast í stórum feløgum so sum grikska AEK Athen og belgiska Club Brugge.
Fotbolti.net veit at siga, at eisini norsk feløg liggja framvið eftir at fáa Arnar Grétarsson sum venjara. Søgan sigur tó einki um hvørji feløg talan er um.
443.is skrivar eisini, at íslendsku feløgini ÍA og HK hava ligið framvið eftir Arnari, umframt at hann hevur verið settur í samband við starvið sum ítróttarstjóri í íslendska fótbóltssambandinum.
NSÍ hevur í ár ynskt at fáa fyrst Sámal Erik Hentze, og síðani Maurice Ross til venjara. Sámal Erik Hentze valdi at taka eitt sabbatár, meðan Maurice Ross í gjár bleiv kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá Víkingi.
Les eisini: Víkingur hevur sett nýggjan venjara