Annað vikuskiftið á rað skal NSÍ spæla steypadyst. Hesaferð á Eiði, har tey eisini vilja upp í part á sundalagsstevnuni.
Hjá NSÍ fekk Sjúrður Jacobsen skaða undir venjing í vikuni, og hann verður tí ikki partur av hópinum. Tað rokna tey við, at Jústinus R. Hansen verður. Tá vit seinast høvdu samband við NSÍ, vistu tey í øllum førum ikki at siga, um FSF hevði viðgjørt leikbann hansara, og tí varð roknað við, at hetta bara fevndi um tann eina dystardagin, sum hann longur hevur sitið yvir.
Eisini verður roknað við, at Kári Hansen er í hópinum, eftir at hann annars hevur verið úti við skaða størsta partin av árinum.
Hjá EB/Streymi verður sagt, at allir mans eru tøkir. Hans Pauli Samuelsen og Knút Vesturtún eru av álvara farnir at nærkast fimta gula kortinum, men enn eru leikbannini ikki farin at gera um seg í so máta.
Aftur hesa ferð verður tað leigusveinurin úr B36, Magnus E. Poulsen, sum fer at verja málið hjá EB/Streymi.