NSÍ fer til próvtøku seinnapartin

Víkinga venjarin ásannar, at skammlopini kunnu kosta, um tey framvegis fara at koma fyri

Roynda og væl samanspælda Víkinga verjan var ikki so sannførandi í 2-2 dystinum á Argjum síðsta sunnudag, sum hon so ofta hevur verið. Mistøk í uppspælinum kostaðu møguleikar til mótstøðuliðið, og møguleikarnir, sum bóru bæði AB málini við sær, vóru avleiðingar av ótryggleika í Víkinga spælinum aftarlaga á vøllinum.

 

Víkinga venjarin, Sámal Erik Hentze, ásannar, at liðið hjá honum hevur avbjóðingar:

-Tað gongur sum heild væl, men í løtum hongur tað ikki nóg væl saman, og tað kostaði á Argjum, tá ið vit áttu at valt aðra loysn í yvirtíðini enn at givið teimum hornaspark, sum teir so javnaðu við, sigur Víkinga venjarin.

Einasti Víkinga spælarin, sum ikki er tøkur, er miðvallar veteranurin Hans Jørgen Djurhuus, sum orsaka av skaða í rygginum ikki hevur spælt higartil í landskappingini í ár.

 

Í NSÍ leguni er lagið avbera gott, nú fjórði heimadysturin er á skrá. Á útivølli hevur gingið sum eftir ánni við 3-1 sigri í Klaksvík og so rimmar 5-0 sigri á Svangaskarði síðsta sunnudag.

-Vit høvdu fyrireikað okkum til stóra avbjóðing, men soleiðis var tað ikki, staðfestir NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum hevur verið toppskjútti trý tey seinastu árini, og sum er ovastsur á máltindinum. Í fimm dystum hevur hann tilsaman skorað sjey mál. Einasta ferðin, at hann er farin av vøllinum í ár uttan at hava skorað, var í 2-0 sigrinum á heimavølli ímóti Skála.

 

Í fjør vann NSÍ silvur krónur, meðan tað tey bæði árini frammanundan endaði við fjórða plássi. Meðan tað hevur gingið sum eftir ánni ímóti teimum veikaru liðunum, so hevur tað ikki gingið so væl ímóti teimum betru. Tølini siga, at Víkingur er eitt av liðunum, sum NSÍ hevur havt tað trupult ímóti. Í fjør vann Víkingur 4-2 í Runavík, og í fyrra árið vann Víkingur 2-0 við Løkin. Síðani Víkingur sá dagsins ljós í 2008, hevur NSÍ vunnið tríggjar ferðir ímóti grannunum innanfyri Eiðið á heimavølli. Í 2013 3-0, í 2012 1-0 og í 2009 2-1.

Fyrsta dystin í ár ímóti einum av FM avbjóðarunum gekk tað ikki so væl, tí HB vann 3-1 við Løkin. Tí er talan um sera týdningarmikla uppgerð, tá ið grannarnir hittast við Løkin seinnapartin sunnudagin.

 

Haraldur R. Højgaard og Andras Frederiksberg eru skaddir, og tað er ivasamt, um Jónleif Højgaard er førur fyri at spæla ídag. Hann hevur trupulleikar í lærkrikanum.