NSÍ gjørdi bart á Svangaskarði

1. DEILD: B68 megnaði einki at gera við næstbeta liðið hjá grannunum

Tíðliga seinnapartin vann Víkingur við 2-1 sigri í Klaksvík seg fram á fremsta plássið.

Har var Víkingur bara í fáar tímar. Seinni seinnapartin vann NSÍ í góðveðrinum á Svangaskarði, og nú er NSÍ aftur topplið. NSÍ hevur 37 stig, Víkingur hevur 36 stig, og 07 Vestur, sum í morgin fer at spæla á útivølli ímóti B71, er á triðja plássi við 34 stigum.

NSÍ vann 3-1 á Svangaskarði. Eftir fyrra hálvleik var NSÍ frammanfyri 1-0. Málið skoraði Mórits Heini Mortensen sjey minuttir undan steðginum.

Seks minuttir eftir steðgin økti Óli H. Olsen, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr B68 og til NSÍ, til 2-0, og Pætur Turiðarson Skipanes, sum beinanvegin eftir steðgin varð skiftur inn, økti til 3-0. Tá restaði tað eitt korter.

Seks minuttir undan leikloki minkaði Esmar P. Clementsen um munin til 3-1, tá ið hann eftir sending frá Peturi í Túni Petersen úr høgru varð leysur innanfyri verjuna.

B68 hevur leigað tríggjar spælarar í Víkingi og skrivað sáttmála við tríggjar serbar. Einasti av hesum, sum var við í dag, var Tonni Thomsen. Hinir báðir víkingaspælararnir vóru leikbannaðir, og serbarnir bíða eftir at formligu viðurskiftini skulu koma upp á pláss.

Øssur Dalbúð, sum hevur verið illa skaddur, var á NSÍ liðnum í fyrra hálvleiki. Har vóru eisini Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen og veteranurin Einar Tróndargjógv, sum ikki hevur spælt fyrr í ár.

B68 er á fimta plássi við 18 stigum.