Fótbóltur
Undanfarin ár hava runavíkingar ofta hótt við at koma upp í part, tá tosað verður um føroyska fótbóltsoddin, men onkursvegna hava teir hvørja ferð kikslað, tá møguleikin hevur verið til staðar.
Sum onkur hevur tikið til, so hava teir spælt sum heimsmeistarar í Gundadali móti HB, fyri síðani at tveit alt burtur móti onkrum av lægri staddu liðunum, men í ár tykist vera vent í holuni.
Skála svaraði aftur
Runavíkingar spældu nevnliga sum alt annað enn heimsmeistarar, tá teir í fyrsta umfarinum fingu bank frá HB í Gundadali, men síðani hevur gingið framá. Ein málleysum javnleiki í Vági ? sum heldur ikki man vera heilt av leið - og tveir sigrar vóru úrslitini síðani tað, og sunnudagin øktu teir talið av sigrum upp í trý, tá Skála kom á vitjan.
Talan var um grannauppgerð, og tó at ein slík ofta inniber javnar og spennandi dystir, har leikliga góðskan kanska ikki er í hásætinum, so megnaði NSÍ hesa ferð at spæla seg til ein sannførandi sigur, sum væl kundi verið størri, um neyvleikin í avgerandi løtunum hevði verið størri.
Beint sum dysturin byrjaði løgdu teir á heimaliðnum stórt trýst oman móti gestunum, og tað var eisini skjótt, at hetta kastaði nakrar málmøguleikar av sær.
Í einum tveimum førum var Christian Høgni Jacobsen spældur mest sum púrasta leysur, men hann fekk ikki umsett hetta til mál, og heldur ikki var eydnan við runavíkingunum, tá royndir vóru gjørdar at skjóta útifrá.
Tí mundi tað kennast sum vátur vøttur, tá Skála miðskeiðis í hálvleikinum legði seg á odda. Pauli Hansen, sum er sjálvsagdur fúsur á miðvøllinum hjá Skála sendi bóltin inn um verjuna til Alexandur Johansen, og einsamallur við Jens Martini var skálamaðurin ísakaldur og sendi bóltin trygt í kassan.
NSÍ átti alt
Málið gjørdi sjálvandi, at fortreytirnar hjá Skála at dúva upp á verjufótbólt og kontraálop gjørdust enn betri, og teir tóku seg alt longri aftur á vøllin í royndunum at verja fyri.
Hetta hevði so eisini við sær, at heimaliðið yvirtók alt meira av spælinum, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn javnvág var komin í roknskapin. Kviki Jónstein Petersen varð sendur avstað vinstrumegin, og tá hann sendi bóltin lágt inn fyri málið, var Óli Hansen fyrstur á
Runavíkingar hildu á fram at trýsta spælið oman á Skála hálvuna, og tað stóð leingi heilt nógv á hjá Skála, áðrenn NSÍ fimm minuttir fyri steðgin legði seg á odda. Bólturin varð sendur innfyri eftir hornaspark, og har var Djóni N. Joensen hægstur og stýrdi í netið.
Beint sum seinni hálvleikur byrjaði øktu runavíkingar aftur, tá Helgi L. Petersen varð feldur í brotsteiginum. Sjúrður Jacobsen var sum vant tryggur úr ellivu metrum, og so hevði NSÍ fingið fult tamarhald á dystinum.
Hetta gjørdi, at restin av dystinum gekk við heldur lágari ferð. Runavíkingar vóru nøgdir um tað, teir høvdu vunnið, og tá Skála ikki formáddi at leggja trýst á vertirnar, so hendi ikki stórt meira. NSÍ kundi kanska økt um leiðsluna, men hóast møguleikar, so fingu teir ikki meira burturúr.
Við sigrinum hildu runavíkingar fast í plássinum millum liðini, sum elta oddaliðið, HB. Hvørt hetta skal verða teirra leiklutur í ár fæst kanska ein ábending um mikudagin, tá tær spæla framskundaðu grannauppgerðina móti B68.
Skála hevur higartil bert fingið einsamalla stigið, sum heimadysturin móti B36 gav, men hinvegin hava teir ofta verið nær við at fáa úrtøku, og enn er alt ov tíðliga at avskriva nakran í stríðnum um at varðveita sessin í deildini.
Dysturin í tølum:
NSÍ-Skála 3-1 (2-1)
0-1: Alexandur Johansen 20
1-1: Óli Hansen 26
2-1: Djóni N. Joensen 40
3-1: Sjúrður Jacobsen (br.) 48
Dómari: Birgir Sondum
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Pól Thorsteinsson, Djóni N. Joensen Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen - Jónstein Petersen, Kári Hansen, Helgi L. Petersen Gert Langgaard ? Óli Hansen, Christian Høgni Jacobsen
Skála: Eugen Voda - Bent Djurhuus, Ronni Hansen, Rúni Rasmussen, Áki Petersen - Marius Joensen, Kári Nielsen, Pauli G. Hansen, Arnold Berg - Alexander Johansen, Dánjal Hansen