Fimta umfar í Betri deildini er í kvøld. Fýra dystir byrjaðu klokkan 18, meðan tann fimti – EB/Streymur – NSÍ – er hálvrunnin. Har var fyrsta bríkslið klokkan 19. Støðam í hálvleikinum er 1-0 til EB/Streym. Rógvi Egilstoft Nielsen skoraði fínt mál við langskoti.
Tað eydnaðist ikki NSÍ at vinna fulla úrtøku á Eiði. EB/Streymur var tvær ferðir frammanfyri, og tað endaði 2-2. Harvið eru tað fimm stig frá toppliðnum KÍ og aftur til tey bæði næstu, sum eru NSÍ og HB.
Rógvi Egilstoft Nielsen legði við fínum langskoti heimaliðið framum. Árni Frederiksberg javnaði við skoti av brotsteigarmarkinum. Pætur J. Petersen legði EB/Streym framum aftur við stútara, tá ið tað restaði eitt lítið korter, og so var tað innskifti Øssur Dalbúð, sum javnaði til 2-2.
KÍ hevur framvegis fult stigatal eftir 3-2 sigur í Sørvági. 07 Vestur legði fyri sum eitt ódnarveður og legði seg framum bæði 1-0 og 2-0. KÍ minkaði um munin dygst undan steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði toppliðið, og sigursmálið skoraði innskifti veteranurin Hjalgrím Elttør.
B36 hevði bóltin mesta partin av tíðini. Suðringar vóru væl skipaðir í Gundadali, og í løtum vóru teir vandamiklir í skjótum mótálopum. Dómarin legði fimm minuttir aftrat, og tveir minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin, var tað Meinhard E. Olsen, sum skoraði sigursmálið fyri B36. Harvið hevur Meinhard E. Olsen skorað í øllum fimm dystunum.
HB vísti sannførandi avrik á Skála. Úrslitið var 3-0. Sera væl upplagdi Teit Jacobsen syrgdi við einmansavriki fyri 1-0 málinum, og hini bæði skoraði Adrian Justinussen - tað fyrra við brotssparki - í seinna hálvleiki.
AB legði seg framum á heimavølli ímóti meistarunum í Víkingi. Bjarki Nielsen, sum í fjør var toppskjútti í næstbestu deildini, skoraði málið hjá heimaliðnum.
Eftir steðgin skoraði Víkingur tvær ferðir og harvið var talan um favorittsigur. Atli Gregersen javnaði við skoti av brotsteigarmarkinum, og Sølvi Vatnhamar umsetti brotsspark til sigursmálið.
EB/Streymur – NSÍ 2-2 (1-0)
1-0: Rógvi Egilstoft Nielsen 37.
1-1: Árni Frederiksberg 72.
2-1: Pætur J. Petersen 82.
2-2: Øssur Dalbúð 86.
Skála – HB 0-3 (0-1)
0-1: Teit Jacobsen 32.
0-2: Adrian Justinussen br 50.
0-3: Adrian Justinussen 57.
Dómari: Bjarki Danielsen
07 Vestur – KÍ 2-3 (1-2)
1-0: Sølvi Egilsson 3.
2-0: Gilli Samuelsen 17.
2-1: sjálvmál 42.
2-2: Jóannes Bjartalíð br 57.
2-3: Hjalgrím Elttør 74.
Dómari: Petur Reinert
B36 – Suðringar 1-0 (0-0)
1-0: Meinhard E. Olsen 93.
Dómari: Rúni Gaardbo
AB – Víkingur 1-2 (1-0)
1-0: Bjarki Nielsen 16.
1-1: Atli Gregersen 54.
1-2: Sølvi Vatnhamar br 87.
Dómari: Lars Múller
KÍ | 5 | 5 | 0 | 0 | 11 | 3 | 15 |
NSÍ | 5 | 3 | 1 | 1 | 11 | 5 | 10 |
HB | 5 | 3 | 1 | 1 | 7 | 5 | 10 |
Víkingur | 5 | 3 | 0 | 2 | 7 | 6 | 9 |
EB/Streymur | 4 | 2 | 2 | 1 | 8 | 5 | 8 |
B36 | 5 | 2 | 1 | 2 | 7 | 6 | 7 |
Skála | 5 | 2 | 0 | 3 | 5 | 6 | 6 |
Suðroyingar | 5 | 1 | 0 | 4 | 2 | 10 | 3 |
AB | 5 | 0 | 2 | 3 | 3 | 8 | 2 |
07 Vestur | 5 | 0 | 1 | 4 | 5 | 12 | 1 |
Sætta umfar
Sunnudagin 15. apríl
EB/Streymur - Víkingur
Skála - KÍ
07 Vestur - B36
NSÍ - HB
Suðringar - AB