NSÍ-piltar vunnu gull

Leygardagin vunnu A-piltarnir hjá NSÍ fyrsta FM heitið fyri felagið í hesum kappingarárinum. Áðrenn seinasta umfarið í meistarabólkinum varð leikt í dag, var støðan í oddinum at NSÍ hevði 33 stig, EB/Streymur 31 stig og HB 26 stig. Tískil varð greitt at bert NSÍ og EB/S høvdu møguleikan at gerast Føroyameistarar í piltadeildini 2009. Seinsta leikumfarið var á Ovara Vølli í Gundadali og skuldu liðini leika tveir dystir í part. Fyrst leiktu piltarnir móti Víkingi og vunnu teir 2-1. Argasti kappingarneytin EB/Streymur spældi móti HB og taptu 2-1. Tá var greitt at NSÍ piltarnir vóru Føroyameistarar. Seinna dystin taptu NSÍ piltarnir 6-3 móti EB/Streymi.