Tað var øgiligur dramatikkur, og á kropsburði og andlitsbrøgdum sást tað væl, tá ið dómarin, Kári J. á Høvdanum, hevði bríkslað fyri síðstu ferð, at NSÍ hevði vunnið eitt stig, og at teir í B36 kendu seg hava tapt tvey stig.
Petur Knudsen javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki eftir fínt upplegg frá Jann S. Benjaminsen. Hetta var fyrsti málmøguleikin, sum NSÍ hevði. Einki var at undrast á, at heimamenninir vóru øgiliga ørkymlaðir, og tá sá venjarin Jákup á Borg fyrst gula kortið og so tað reyða.
B36 legði sera bragdliga fyri. Tveir minuttir vóru farnir, tá ið Tórður Thomsen hálvbjargaði frísparki frá Árna Frederiksberg, og so skoraði Sebastian Pingel til 1-0.
-So gekk tað sera væl, og vit høvdu fleiri góðar møguleikar, sum vit kundu hava umsett til 2-0, 3-0 og 4-0, ásannar B36 venjarin Jákup á Borg.
Lítla løtu undan, at NSÍ javnaði, høvdu Sebastian Pingel og B36 bóltin í málinum, og í B36 leguni hildu teir seg hava økt um leiðsluna, men dómarin kolldømdi, og tað vóru heimamenninir sera misnøgdir við.
-Hugburðurin hjá mínum monnum var framúr. Eg eri nøgdur við alt uttan úrslitið, og um vit halda fram soleiðis, so fara vit at fáa væl fleiri stig, sigur B36 venjarin.
Og tú sást reyða kortið?
-Eg skal læra at stýra mær betri, men tað er frustrerandi, tá ið spælararnir nú eru vornir so góðir, at vit kring fótbóltin ikki fylgja við. Um ein spælari hjá mær ikki er nóg góður, so verður hann skiftur út. Soleiðis átti tað eisini at verið við dómaranum, var viðmerkingin hjá B36 venjaranum.
NSÍ málskjúttin Petur Knudsen er væl nøgdur:
-Vit høvdu ein góðan málmøguleika, og vit skoraðu eitt mál. Vit hava bara tapt ein dyst í ár, og tað, og at vit ikki hava tapt í Gundadali ímóti B36 í trý ár, kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við, sigur Petur Knudsen.
Viðmerkjari á Rás1 var Teitur Joensen:
-Eg havi ikki sæð B36 spæla so væl í ár, sum B36 gjørd í kvøld. Hetta var tjóvarí, og tí er lætt at skilja, at lagið í B36 leguni ikki er so gott. Men tað er eisini ein dygd við Tórða Thomsen sum tryggum aftasta skansa hjá NSÍ at megna javnleik í sovornum føri, sigur Teitur Joensen.
B36 – NSÍ 1-1 (1-0)
1-0: Sebastian Pingel
1-1: Petur Knudsen
Dómari: Kári J. á Høvdanum
B36: Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnussen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Sebastian Radosavljevic – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel
NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Búi Egilsson, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Jann S. Benjaminsen – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen