NSÍ stóð eisini triðju royndina

Hóast B36 hevði bóltin nógv tann størsta partin av tíðini, so var tað NSÍ, sum hevði størstu málmøguleikarnar, tá ið teir tóku enn eitt stig móti toppinum

Fótbóltur

B36 kendi ikki sína vitjunartíð í dýrdarveðrinum í Runavík. NSÍ fekk mál burturúr einum av fimm møguleikum, og so vunnu teir øll stigini í spennandi og intensu uppgerðini.
Einasta málið fekk NSÍ, tá ið stóri pinnurin var triðju ferð á veg runt. Vongverjin í vinstru, Einar Hansen, tveitti langt innkast, Helgi L. Petersen, sum aftur hesa ferð var annar av framherjunum, snittaði víðari við høvdinum, og Páll M. Joensen var enn eina ferð á rætta staðnum í røttu løtuni, tá ið hann var púra blankur og við høvdinum smekkaði bóltin upp í handara málkrókin.
Heimafagnaðurin var stórur, og fyrsta korterið var NSÍ væl við. Eftir at Allan Mørkøre úr høgru hevði havt góða skotroynd, gjørdist Christian Høgni Jacobsen leysur í høgru, hann slapp langt inn í brotsteigin og smekkaði til úr góðari støðu, men bólturin fór við síðuna av málinum hjá Jákupi Mikkelsen, sum síðani fyri tað mesta ikki hevði stórvegis at gera.
Síðstu fimm korterini vóru teir á heimaliðnum tríggjar ferðir vandamiklir. Jónstein Petersen var tvær ferðir leysur í vinstru, og Helgi L. Petersen fekk mitt fyri mega møguleika. Men tað tóktist sum um, at teir stríputu, eftir at teir høvdu telvað seg í góðar støður, gjørdust linir í kongunum og lítið avgjørdir, tá ið teir stóðu frammanfyri landsliðsmálverjanum, sum vann tvídystirnar.
Fimm teir síðstu minuttirnar var Jákup Mikkelsen rættuliga virkin í brotsteiginum hjá Jens Martini Knudsen. Tað var um reppið, at Jákup stútaði hornasparksinnlegg í málið, men tað eydnaðist ikki, og harvið gjørdist málið, sum leigusveinurin úr HB beinanvegin hevði stútað, tað avgerandi.
Í summarsteðginum ásannaðu teir í NSÍ, at um nakar møguleiki skuldi verða fyri heiðursmerkjum, so var alneyðugt at vinna tríggjar teir fyrstu dystirnar, sum allir vóru á heimavølli. Tað hava teir nú megnað, og harvið eru teir boð upp á ein av trimum oddasessum.
Men leikliga avrikið størsta partin av tíðini móti B36 bendi ikki á toppplasering. Eftir fyrsta korterið var NSÍ fyri tað mesta kroyst aftur í egnan brotsteig. Teir mistu fullkomuliga takið á miðvøllinum, har teir høvdu ilt við at finna út av, hvussu teir skuldu byrgja upp fyri B36, sum hevði tríggjar sentralar miðvallarar, og sum hevði tríggjar heilt frammi.
Viggo Johannesen og Óli Hansen vóru sannir brandar í miðverjuni. Teir dugdu væl at plasera seg, teir vunnu nógv teir flestu dystirnir í luftini, og teir vóru ógvuliga skjótir og avgjørdir í mann móti manni spælinum.

Ongar tenn
B36 hevði ávísar trupulleikar fyrstu løtuna. Tá ið fyrsta korterið var farið, skiftu Fróði Benjaminsen og Klæmint Matras um. Fróði fór úr miðverjuni og á miðvøllin. Á Skála skiftu teir eisini um, men tá var tað Klæmint, sum flutti fram á miðvøllin og Fróði, sum flutti aftur í miðverjuna.
Umbýtingin hesa ferð hevði somu ávirkan, sum tann á Skála hevði. B36, sum saknaði heilt nógv smáskadda Inga Højsted, gjørdist bóltførandi so at siga alla tíðina, og í longum løtum í fyrra hálvleiki fór bólturin bara av NSÍ hálvuni, tá ið teir í B36 royndu at fara undir enn eina álopsuppbygging og í tí sambandinum tóku Jákup Mikkelsen og Pól Thorsteinsson við í royndina.
Bestu B36 royndina undan steðginum átti Santos, sum var mest kreativi hvíttklæddi maðurin við Løkin. Eftir at B36 í fitta løtu hevði havt álop inni í NSÍ brotsteiginum, legði Mikkjal Thomassen upp á tvørs til Santos, sum smekkaði til úr tíggju metra fjarstøðu og við nógvum fólki millum seg og málið. Bólturin brast í stólpan vinstru megin Jens Martin Knudsen, sum kanska fekk stundir at fylgja við, tá ið bólturin snúraði millum hann og málstrikuna og fór út til málspark í mótsatta borðinum!
Trý tey síðstu korterini snúði tað hjá NSÍ seg um at halda tørn. Stóra B36 yvirvágin bar við sær, at tað nógva gekk fyri seg á ikki serliga stórum øki, men uppløgdu málmøguleikarnir kundu meiri enn so teljast á aðrari hondini - um talan yvirhøvur var um upplagdar møguleikar.
Tá ið so nógv gongur fyri seg á so lítlum øki, so eiga amboðin at vera eitt nú at spæla skjótt eitt tvey mitt fyri, við yvirlappum at spæla seg til baklinjuna fyri at leggja innfyri, at bjóða av ein móti einum í brotsteiginum og harvið dyrgja eftir brotssparki og at royna við skotum úti frá, sum møguliga kunnu taka í onkran og harvið broyta kós og snýta málverjan.
Ivaleyst ætlaðu teir í B36, sum ofta hava víst seg sum góðar spælarar, at nýta øll hesi amboðini fyri at fáa eina málið, sum eftir øllum at døma væl kundi havt borið fleiri við sær, men tað eydnaðist ikki. Heldur gjørdist talan um bóltflytingar, sum ikki skeiklaðu verjupartin hjá NSÍ, har Helgi L. Petersen ofta var millum teir aftastu.
Klokkan gjørdist alt størri mótstøðumaður hjá B36, og síðstu løtuna gjørdist tað nógv til illneiting inn á dómaran, sum - burtursæð frá gula kortinum til Fróða Benjaminsen - kom stak væl frá uppgávuni.
Oby hevði fínan stútara á Jens Martin eftir horna, og Santos hevði tvær fínar skotroyndir úti frá, sum góvu Jens Martini Knudsen møguleikar at vísa, at tað framvegis er dugur í honum. Hann helt tætt, B36 tapti, og enn eina ferð var tað við máli hjá Páll M. Joensen, at NSÍ fekk fult og harvið av álvara legði seg út í kappingina um heiðursmerkini.