2. deild
HB fekk eitt stórt skump rætta vegin, tá teir í farnu viku vunnu á stórfavorittunum úr FS Vágum, og leygardagin skuldu teir so fylgja upp upp á hetta, tá teir vitjaðu í Runavík.
Og vónirnar vóru ikki heilt ongar, tí eftir trý umfør høvdu runavíkingarnir framvegis einki stig.
Komu á talvuna
Tað vóru tó runavíkingar, sum fingu einasta málið í dystinum, og var tað Ken Nónklett, sum hetta vikuskiftið var komin niður at hjálpa aðrudeildarliðnum, sum var upphavsmaðurin til hetta.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ nú sum seinasta liðið er komið á talvuna. HB hevði við einum sigri møguleika at leggja seg út í oddastríðið, men nú mugu teir heldur líta niðureftir á talvuni, har teir bert hava eitt stig fleiri enn NSÍ og VB.
Dysturin í tølum:
NSÍ-HB 1-0(0-0)
1-0: Ken Nónklett