NSÍ fekk eina góða byrjan upp á Effodeildina eftir at teir fingu øll trý stigini í teprum 1-0-sigri heima ímóti B68 í fyrsta umfari. Skála fekk hinvegin ikki ynsktu byrjanina eftir 0-2-tap á útivølli ímóti B36, og hava teir fyri neyðini at vinna sær nøkur stig skjótast møguligt fyri at vinna sær stig til botnstríðið, har flestu vænta teir fara at vera á stigatalvuni.
NSÍ hevur – um nakar – fingið eina bleyta byrjan og í fyrstu tveimum umførunum hava teir møtt báðum uppflytarunun. Fyrst B68 og nú Skála. Setningurin má tískil hava verið greiður: seks stig.
Veðrið var ógvuliga ringt tá ið tey vaknaðu á Skálafjørðinum sunnumorgunin, men út á dagin batnaði veðrið munandi og tað var – hóast tað var kalt – dýrdarveður tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði dystin í gongd kl.14.
Dreymabyrjan hjá NSÍ
Tað var púra greitt frá dystarbyrjan, at NSÍ ætlaði sær øll trý stigini. Teir vóru ógvuliga álopskendir og tá ið bólturin kom í føturnir hjá teimum, var leiðin bara ein, nevniliga frameftir. Hetta tóktist at nerva Skála-verjuna eitt sindur, sum var broytt í tann mun, at ein smáskaddur Petur Pauli Mikkelsen var á beinkinum og Pætur Dam Jacobsen var fluttur frá miðvøllinum aftur í verjuna.
Serliga teir minni royndu vongverjarnir vórðu settir til roynd og NSÍ breyt ígjøgnum á veingjunum. Tað var eisini soleiðis, at fyrsta NSÍ-málið kom longu tá ið níggju minuttir vóru spældir. Andy Olsen varð spældur leysur aftanfyri Skála-verjuna í spískum, haðani hann legði bóltin upp á tvørs til Klæmint A. Olsen, sum úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin í málið. Á dómaraseðlinum er Skála-málverjin, Suni Ernstsson, skrásettur fyri at hava gjørt sjálvmál.
Stutt eftir leiðslumálið hevði NSÍ stóran møguleika at økja til 2-0, men skotið hjá Andy Olsen úr stuttari fjarstøðu endaði onkursvegna omanfyri málinum. Eisini Skála fekk ein risa møguleika at javna, tá ið Jákup Johansen slapp at renna púra leysur mótvegis málinum. Hann var tó óneyvur og sendi bóltin framvið málinum.
NSÍ slær til
Tað tóktist eins og NSÍ fekk eina ávaring við fríleyparanum hjá Skála, tí teir tóku sær um reiggj restina av fyrra hálvleiki og dýktu á mótvegis málinum hjá heimaliðnum.
Tá ið 32 minuttir vóru leiktir var tað eftir fantastiskt innlegg úr vinstru frá Andy Olsen, at Klæmint A. Olsen setti høvdið á bóltin og stútaði hann í mál til 2-0.
Síðani gingu bara fimm minuttir áðrenn NSÍ gjørdi tað til 3-0 og í grundini eisini avgjørdi dystin longu í fyrra hálvleiki. Enn eina einaferð, og fyri triðju ferð, var Andy Olsen uppleggjarin. Hesaferð var tað hegnisliga væl spælt við halinum til Magnus Olsen, sum setti innaru síðu á bóltin og sendi NSÍ á greiða sigurskós. 3-0!
Løtuna til hálvleiks var ikki nógv veiggj í dystinum og heimamenninir líktist monnum, sum høvdi tørv á einum hálvleikssteðgi at fáa hvílt seg og tosað um hvat nú skuldi gerast.
Skála bítir frá sær
Nógv skuldi vendast áðrenn Skála aftur skuldi gera seg galdandi í hesum dystinum. Okkurt bendi tó á, at teir vóru væl ávegis inn aftur í dystin, tí NSÍ tilspældi sær ikki teir stóru málmøguleikarnar, sum teir fingu í fyrra hálvleiki. Møguliga var tað tí at NSÍ fór niður í ferð eftir at hava vunnið sær trygga leiðslu, men ein sannroynd var tað, at Skála var betur við í seinna hálvleiki.
Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin kom eisini hol á hjá Skála. Tað var eftir hornasparksinnlegg úr høgru, at eyðsýndi Brian Jacobsen stútaði bóltin í málið til 3-1. Hesa løtuna var Skála ógvuliga væl við í dystinum og megnaði í grundini at leggja eitt lítið trýst á NSÍ, sum serliga í verjupartinum sá út til at vera skelkað.
NSÍ avgjørdi
Andras Frederiksberg, sum áður hevur spælt við NSÍ, men nú spælir við Skála, hevði góðan møguleika at minka enn meiri um munin, men heldur enn at heimamenninir fingu meiri at fegnast um, so var tað NSÍ, sum avgjørdi dystin væl og virðiliga.
Í fyrsta lagi var tað tveir minuttir undan leikloki, at Klæmint A. Olsen eftir mótálop spældi bóltin tvørturum til ein púra leysan Árna Frederiksberg, sum gjørdi tað til 4-1. Tveir minuttir inn í yvirtíðina hjá dómaranum sló Klæmint A. Olsen sigurin fastan, tá ið hann púra tilvildarliga kom at standa púra leysur og ikki sveik álitið og gjørdi tað til 5-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
NSÍ hevur harvið framvegis fult stigatal, men tað var kanska ikki meiri enn væntað eftirsum mótstøðuliðini higartil bæði hava verið uppflytarar.
Skála hevur framvegis fyrstu stigini til góðar og hevur fyri neyðini at fáa stig skjótast gjørligt, men ikki verður tað lætt á útivølli ímóti EB/Streymi í triðja umfari.
Eliesar:
- Ilt at siga hvat gekk galið
Eliesar Olsen, blaðungi venjarin hjá Skála, hevði ilt við at siga hvat gekk galið í fyrra hálvleiki, tá ið teir fingu heili trý mál ímóti sær.
– Tað er ilt at siga júst hvat gekk galið. Eg helt tað var rímiliga javnt og áðrenn teir koma á odda hava vit ein rímiliga stóran møguleika. Vit missa síðani bóltin í verjuketuni, og tað verður man revsaður fyri ímóti einum liði, sum hevur so góðar álopsleikarar. Vit hava ein stóran møguleika at javna, men so fáa teir bæði eitt og tvey mál afturat. Keðilig mál í einari keðiligari tíð, segði Eliesar Olsen, sum segði seg ikki skelda leikararnar í hálvleikinum.
– Vit vóru allir samdir um, at henda kundi koma afturíaftur. Møguleikarnir vóru har og vit vildu bara hava ta fyrsta málið, tí so kundi alt henda. Vit høvdu eisini ein ógvuliga stóran møguleika at gera tað til 2-3, men vit máttu tá satsa og tá hendi tað, sum so ofta hendir. At hinir fara fram og skora, segði Eliesar.
Helgi:
- Klæmint perfekti áleyparin
Helgi L. Petersen, hjálparvenjari hjá NSÍ, var væl nøgdur við úrslitið, men minni væl nøgdur við nakrar løtur í dystinum.
– Sjálvandi eru vit fegnir um at vinna 5-1, men tað er ein løta í fyrra hálvleiki, sum vit ikki eru so nøgdir við, og ein løta í seinna hálveiki, sum vit ikki eru so nøgdir við. Men størra partin av dystinum eru vit nøgdir við, segði Helgi.
Hann sigur, at teir avtalaðu í hálvleikssteðginum at ikki fara niður í støði.
– Men teir fáa so minkað um munin og vit eru ikki væl nøgdir við ta løtuna, men tá ið alt kemur til alt seta vit teir upp á pláss og vinna 5-1, segði Helgi L. Petersen, sum rósti trífalda málskjúttanum, Klæmint A. Olsen.
– Hann má vera tann perfekti áleyparin. Hann arbeiðir knallhart, skorar nógv mál, er positivur og fær hinar við sær. Eg hevði ikki býtt hann um við nakran annan áleypara í Føroyum, tað skal eingin ivi vera um tað, segði Helgi L. Petersen at enda.