Við fýra sigrum á rað við málmuninum 10 – 4 møttu teir næstbestu hjá B36 upp í Runavík seinnapartin.
NSÍ, sum hevði vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, var væl mannað. Millum teir fyrstu ellivu vóru málverjin Karstin Hansen, Jann Martin Mortensen, Aron Knudsen, Haraldur R. Højgaard og Pætur Hentze. Burtursæð frá Karstini Hansen, sum í fjør var málverji á Skála, so hava allir hinir higartil í ár havt størri og minni leiklut á besta NSÍ liðnum.
Beinanvegin eftir steðgin avloysti Salmundur Bech Aron Knudsen.
Á B36 liðnum var Mathias Lamhauge málverji, meðan Hannes Agnarsson var millum teir fyrstu ellivu.
NSí vann 3-0. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Longu í sætta minutti vóru teir í B36 óhepnir at gera sjálvmál. NSÍ liðformaðurin Hans Marius Davidsen økti um munin til 2-0, tá ið ein lítil hálvur tími var farin.
Níggju minuttir undan leikloki staðfesti Pætur Hentze 3-0 heimasigurin.
NSÍ er næstfremst við 13 stigum, og B36 er á triðja plássi við 12 stigum.
Í sjeynda umfari skal NSÍ spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.
Í sjeynda umfari fær B36 vitjan av 07 Vestur.