NSÍ vann unglingafinaluna

NSÍ vann finaluna í Thomas Dam Intersport kappingini, sum var spæld í Leirvík í gjárkvøldið. Endaliga støðan gjørdist 2-1 til NSÍ. Tað stóð leingi á jøvnum 1-1, men stutt fyri dystarlok gjørdu klaksvíkingar sjálvmál, og varð tað avgerðandi fyri dystin

Runavíkingar eru steypavinnarar í unglingadeildini í 2010. Hetta er fyrstu ferð síðani 2007 at runa­víkingar hava vunnið Thomas Dam Intersport kappingina, og tað var ein fegin NSÍ liðskipari, sum Sosial­urin fekk orðið á eftir dystin.

– Tað er fantastiskt at vinna steypa­kappingina. Sjálvt um vit als ikki spældu ein góðan dyst, so stríddust allir mans, og tað eydnaðist til endans at fáa sigurs­mál­ið, segði ein fegið NSÍ liðskipari, Monrad Holm Jacobsen
Meðan runavíkingar gleðast yvir sigurin, so eru klaksvíkingar alt ann­að enn nøgdir. Teir høvdu fleiri góðar kjansir í dystinum, men neyv­leikin manglaði í avgerðandi løtum, og so vóru teir eisini óheppnir og gjørdu sjálvmál seint í dystinum.

– Tað er ræðuligt at tapa steypa­finauna á hendan hátt. Vit eru klárt betra liðið, og komu til fleiri góðar kjansir, men klára ikki at fáa bóltin í málið. Og fyri at gera ilt verri, so tapa vit dystin uppá eitt sjálvmál, segði ein sera vónbrotin Sørmund Kallsø eftir dystin.
Samanumtikið, so hava klaks­víkingar alla grund at iðra seg um tapið. Stóran part av dystinum vóru teir leikiga omaná, og høvdu nakrar góðar kjansir, men trupulleikin var at teir ikki kláraðu at umseta kjans­irnar til mál. Tá dugdu runavíkingar betri og gagnnýttu ein av sínum fáu kjansum, samstundis sum teir eisini høvdu heppnið, tá klaksvíkingar gjørdu sjálvmál seint í dystinum.

NSÍ betur frá byrjan
Sjálvt um klaksvíkingar høvdu bóltin mest, so vóru tað runa­vík­ingar sum skoraðu fyrsta málið. Í sjeynda minutti fær NSÍ fekk frí­spark á miðjari KÍ hálvuni, sum Monrad H. Jacobsen sendi inn í brots­teigin, har Árni Frederiksberg fekk stýrt bóltin í málið.
Hóast um runavíkingar løgdu seg á odda, so hildu klaksíkingar á við at vera spælstýrandi. Ein sera vælspælandi Sámal Olsen á vinstra vongi hjá KÍ, var ein torn í holdinum hjá NSÍ verjuni.í fyrra hálvleiki. Tískil var tað eisini uppiborið tá KÍ javn­aði í 23. minutti við máli frá Sámali Olsen, tá hann fekk eina send­ing afturum verjuna hjá NSÍ, og skor­aði trygt.
Tað var sum um spælið dalaði nakað aftaná útjavnandi málið, tó at klaksvíkingar vóru spælstýrandi, meðan runavíkingar dúvaðu mest uppá snarálop.

Sjálvmál avgjørdi finaluna
Eftir steðgin var leikliga gongdin tann sama. Leikliga yvirvágin hjá klaksvíkingum hevði eisini við sær at teir komu til fleiri góðar kjansir, men málroyndirnar høvdu ikki sama kvalitet sum uppspælið.
Sum dysturin leið javnaði spælið út og runavíkingar komu meira við í dystin, ikki minst takkað verið einum sera hart arbeiðandi Viggo Hansen á miðvøllinum hjá NSÍ, sum spældi ein branddyst.

Tá tað resta fimm minuttir av dystinum fær NSÍ hornaspark, sum Per Langgaard sendur innfyri, har ein klaksvíkingur er so óheppin at beina bóltin í egið mál.
Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum runavíkingar sostatt vunnu 2-1, og kunnu kallað seg steypavinnarar í ung­lingadeildini 2010, meðan klaks­víkingar bert kunnu iðra seg um nógvu misnýttu kjansirnar og óheppni í verjupartinum, sum kost­aði teimum sigurin.