Tað eru bara KÍ og NSÍ, sum hava møguleika at forða fyri, at bæði ÍF og B68 flyta upp í bestu deildina.
Tað er heilt greitt, eftir at NSÍ í kvøld sendi Víking inn aftur í Eysturkommunu við 8-0 tapi. Hetta er aðru ferð, at NSÍ vinnur 8-0 á heimavølli í ár – fyrra ferðin var ímóti Suðringum – og hetta er størsta tapið hjá Víkingi higartil í ár.
Tað hevur verið ein lítil møguleiki fyri, at Víkingur kundi blanda seg í stríðið um heiðursmerkini, men tann møguleikin er heilt burtur nú.
NSÍ er á fjórða plássi við 37 stigum – tvey aftanfyri B68 – og Víkingur er á fimta plássi við 28 stigum.
Einki bendi eftir fyrra hálvleik á, at talan fór at verða um so stóran heimasigur. Steffan Løkin skoraði einasta málið í fyrra hálvleiki í 26. minutti.
Fimm minuttir eftir steðgin økti Steffan Løkin um munin til 2-0, og so gekk tað øgiliga skjótt. Hini málini skoraðu Jann Benjaminsen, Steffan Løkin, Andri Benjaminsen, Steffan Løkin, Pætur Skipanes og Dávid á Roykheyggi.
17 ára gamli Steffan Løkin var ferfaldur málskjútti. Hann hevur tilsaman skorað fjúrtan mál og er næstbesti málskjútti í deildini. Ovast á máltindinum er Jan Ó. Ellingsgaard, sum hevur skorað fimtan mál.