Tað eru tvey av teimum, sum ætla sær at hanga í hølunum á HB og meiri enn so, sum í dag hittast á norðoyastevnu í Klaksvík.
KÍ og NSÍ hava seinastu árini verið við í kappingini um FM og Europa plássini, og fara tey eisini at vera í ár.
Stóri NSÍ profilurin er Klæmint A. Olsen, og stóri KÍ profilurin er Jóannes Bjartalíð. Jóannes er saman við Adrian Justinussen toppskjútti við seks málum. Klæmint hevur saman við Uros Stojanov hjá ÍF skorað fimm mál.
Venjari hjá KÍ er Mikkjal Thomassen. Tað hevur hann verið síðani 2015.
Venjari hjá NSÍ er Glenn Ståhl. Hetta er fyrsta árið hjá honum í Runavík.
Glenn Ståhl er fimti NSÍ venjarin síðani 2015. Hinir hava verið Trygvi Mortensen, Anders Gerber (2 ár), Sámal Erik Hentze og Guðjón Ꝧórðarson.
Síðani 2015 hevur NSÍ verið átta ferðir í Klaksvík og spælt landskappingardyst. NSÚ og Anders Gerber vunnu í 2016 3-1. Í 2015 fóru Trygvi Mortensen og NSÍ úr Klaksvík við einum stigi (3-3), og í 2018 endaði tað 1-1, tá ið Sámal Erik Hentze var NSÍ venjari.
Mikkjal Thomassen og KÍ hava vunnið fýra av átta dystum. Í fjør hevði KÍ gott tak á NSÍ. Tá vann KÍ tvær ferðir í Klaksvík – 2-0 og 3-2 – og tá vann KÍ minnisríkan dyst í Runavík – 1-0.
Felags fyri NSÍ og KÍ er, at liðini hava 12 stig og eru undan uppgerðini seinnapartin seks stig aftanfyri toppliðið HB.
Hjá KÍ er tað ivamál, um liðformaðurin Jákup B. Andreasen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í lærkrikanum.
Hjá NSÍ er Steffan Løkin skaddur, og tað er ivasamt, um Jóhan Troest Davidsen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í knænum.