Tað gekk framúr væl hjá NSÍ móti 07 Vestur í teimum trimum innanhýsis dystunum í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. NSÍ vann tveir stórsigrar, og ein tepran sigur.
Sostatt var samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum, at NSÍ fór við øllum níggju stigunum.
Samlaða málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 10-2 til NSÍ.
Klæmint A. Olsen skoraði fimm av teimum 10 málunum NSÍ skoraði móti 07 Vestur í hesum kappingarárinum.
07 Vestur – NSÍ 1-5 (1-3) - 28. september
0-1: Michal Przybylski 13.
0-2: Klæmint A. Olsen 23.
0-3: Daniel Obbekjær 25.
1-3: Mikkel Hyllegaard 42.
1-4: Michal Przybylski 46.
1-5: Klæmint A. Olsen 66.
NSÍ - 07 Vestur 1-0 (1-0) - 10. august
1-0 Fabian Östigard Ness 3.
NSÍ - 07 Vestur 4-1 (2-1) - 3. august
1-0 Klæmint A. Olsen 6.
2-0 Emil W. Joensen 21.
2-1 Nicolai Dohn 45.+
3-1 Klæmint A. Olsen 64.
4-1 Klæmint A. Olsen 84.
Kelda: FaroeSoccer