NSÍ fór við øllum aftan á dystin móti B36, men tað var bert eftir at runavíkingar høvdu staðið ímóti stórum trýsti frá havnarliðnum.
Dysturin endaði 2-1 til NSÍ, og fyrsta málið stútaði Harry Knudsen í kassan, eftir at B36-málverjin var farin fullkomiliga skeivur av innlegginum.
Støðan helt sær hálvleikin út, men B36 byrjaði seinna hálvleik við at leggja eitt øgiligt trýst á NSÍ-liðið. Møguleikarnir vóru fleiri, men B36-ararnir dugdu ikki at gera sær dælt av støðunum, sum tóku seg upp. Eitt mál fingu teir kortini. Tað skeyt Kenneth Jacobsen aftan á trunkaspæl, eftir at B36 hevði havt hornaspark.
Men tá eitt korter var spælt, var Harry Knudsen aftur upp á spæl. Sjúrður Jacobsen fór ígjøgnum í vinstru og stakk bóltin inn um fløtu B36-verjuna til Harry, sum ikki sveik.
NSÍ kom ikki longri upp á stigatalvuni, men teir eru nærri 1. plássi enn 10. plássi, hóast teir sjálvir eru nummar 9!