NSÍ flytur niður

1. DEILD: KÍ fór í kvøld úr Runavík við øllum

Í kvøld fór næstbesta liðið hjá KÍ úr Runavík við 2-0 sigri. Hálvleiksstøðan var 1-0.  Tóki á Lógv legði longu í sætta minutti gestirnar á odda. Hetta var annað málið hjá 18 ára gamla Tóka á Lógv á næstbesta KÍ liðnum í ár. Ellivu minuttir eftir steðgin var tað Dávid B. Andreasen, sum staðfesti 2-0 sigurin. Hetta var sætta málið í næstbestu deildini hjá Dávid B. Andreasen í ár.

 

At NSÍ einki stig vann í kvøld ber við sær, at tað nú er greitt, at næstbesta liðið hjá NSÍ í 2023 fer at spæla í 2. deild. NSÍ er á níggjunda plássi við 15 stigum. B36 er á 8. plássi við 24 stigum. Tað eru trý umfør eftir. Tað vil siga, at ástøðiliga ber tað til hjá NSÍ at røkka sama stigatali, sum B36 nú hevur, men málmunurin hjá B36 er -12, og hjá NSÍ er málmunurin – 52.

 

KÍ er á fimta plássi við 40 stigum.

 

Í 25. umfari, sum verður um eina viku, hittast NSÍ og B36 í Runavík, meðan KÍ fær vitjan av Víkingi.