NSÍ gloymdi at binda posabandið

HB var aftanfyri við tveimum málum, men undan dystinum í Runavík er tað púra opið

Í eina stóra løtu sá tað út til, at hetta heilt víst var síðsti dystur hjá HB á Tórsvølli í ár. NSÍ var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik, og NSÍ var frammanfyri við tveimum málum, inntil seinni hálvleikur var meiri enn hálvrunnin.

 

HB avrikið var einki at reypa av, men sum seinni hálvleikur leið, koppaði tað alt meiri ímóti NSÍ málinum, og so var tað, at HB minkaði um munin. Hilmar Leon Jakobsen hevur sitið nógv á beinkinum í ár. Nú Mikkel Dahl er farin úr felagnum, og Jákup L. Thomsen er skaddur, fekk Hilmar Leon Jakobsen møguleikan millum teir fyrstu ellivu. Hann takkaði fyri, tá ið hann eftir langt innkast og úr stuttari fjarstøðu og í knappari vending sendi bóltin í málið, og so var tað heilt spennandi.

 

HB spenti álopsbogan, meðan NSÍ síðstu løtuna var nógv í verjustøðu og dúvaði uppá skjótar umstillingar. Tá vóru René S. Joensen og Hørður H. Askham í HB miðverjuni, so NSÍ álopinum vóru ongantíð heilt vandamikil.

 

Og so var tað heilt fram ímóti dystarenda, at tað eydnaðist HB at javna. Daniel Johansen, sum nógvir av HB liðfeløgunum hugdu uppá, tá ið NSÍ økti um leiðsluna til 2-0, legði fríspark úr høgru, og millum fleiri aðrar stakk Hørður H. Askham seg upp og sendi við høvdinum bóltin í málið.

 

Tað var HB fagnaður, og tað var NSÍ vónbrot, tí teir í Runavík iðraðu seg um, at teir ikki høvdu megnað at hildið tørn um 2-0 leiðslu, sum teir vunnu eftir lítlari løtu seint í fyrra hálvleiki. Fyrra málið skoraði Aron Knudsen eftir fínt upplegg frá Jacob Trenskow og eftir at Teitur Matras Gestsson í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað, og seinna málið stútaði Mórits Heini Mortensen, tá ið hann eftir horna úr vinstru frá Aron Knudsen var púra leysur mitt fyri málinum.

 

At NSÍ megnaði 2-2 á Tórsvølli ber við sær, at NSÍ við tveimum málum á útivølli er omaná undan dystinum í Runavík

 

 

 

HB – NSÍ 2-2 (0-2)

 

0-1: Aron Knudsen

 

0-2: Mórits Heini Mortensen

 

1-2: Hilmar Leon Jakobsen

 

2-2: Hørður H. Askham

 

Dómari: Kári á Høvdanum

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Heðin Hansen, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Michal Przybylski, René S. Joensen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Stefan Radosavljevic, Hilmar Leon Jakobsen

 

NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Jacob Trenskow, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes – Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen