Síðani kappingarlok síðsta heyst hevur tað ligið í kortunum, at NSÍ fór at fáa ein málverja aftrat.
Kristian Joensen, sum seinastu árini hevur vart málið í barndómsfelagnum, skrivaði í vetur undir nýggjan sáttmála, og longu ta var tað greitt, at hann fór at fáa kapping.
Nú boðar NSÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við svenskan málverja.
NSÍ skrivar soleiðis:
NSÍ hevur skrivað undir ein sáttmála við svenska málverjan Tom Amos. 28 ára gamli Tom hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárið 2026.
Tom hevur fingið sína fótbóltsuppaling í IFK Gøteborg, har hann leikti við U17 og U19 liðnum. Sum senior leikari hevur Tom fyrst og fremst spælt í svensku 2. og 3. bestu deildini, og hann hevur eisini leikt eitt ár í Hapoel Beer Sheva, ið spælir bestu deildini í Ísrael.
196 cm høgi svenskarin er ein sterkur málverji við góðari plasering, róligum avgerðum, tryggari handfaring, greiðum samskifti, støðugum avrikum og góðum uppspæli við fótunum.
Vit í NSÍ ynskja Tom hjartaliga vælkomnan í felagið!











