Nú arbeiða tey sild á Tavuni í Leirvík

- Heildarkvotan av norðhavssild verður helst størri næsta ár, og vit vóna, at okkara partur tá eisini verður nakað størri

 

Á Tavuni í Leirvík arbeiða tey nú sild eftir gulllaksavertíðina, sum nýliga er liðug. 

 

- Her verður sildin flakaskorin og skorin í bitar. Síðan verða bitarnir latnir í tunnur og marineraðir.

 

Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at kvotan, sum virkið í ár hevur fingið tillutaða, bert er 160 tons.

 

Tað merkir, sigur hann, at um skipini fáa sild nakrar fylgjandi dagar, fer sildaarbeiðið á Tavuni helst at vara tað mesta av næstu viku eisini.

 

- Vit høvdu tryggjaða atgongd til 1000 tons av sild, tá vit høvdu mest, men í ár er okkara tillutaði partur einans 160 tons.

 

Hann leggur aftrat, at nú líkt er til, at heildarkvotan av norðhavssild verður størri, hava tey á Tavuni eisini vónir um, at teirra partur verður størri næsta ár.

 

At einum virki er tryggjað atgongd til ávísa nøgd av eitt nú sild, merkir ikki, at virkið fær rávøruna fyri einki. 

 

Rávøran verður keypt fyri tann prís, sum sildin hevur, og Tavan noyðist sjálvsagt eins og onnur virkir at keypa rávøruna.

 

##med2##

 

Tavan er eitt virki, sum er øðrvísi enn onnur. Høvuðsframleiðslan er gulllaksur, sum verður veiddur og virkaður til fars í summarhálvuni.

 

Men, virkið í Leirvík ger eisini burtur úr øðrum fiskasløgum og rávørutilfeingi úr havinum.

 

- Vit fara eisini at keypa og arbeiða brisling í vetrarhálvuni hesaferð, og tá várið kemur, fara vit at keypa rogn, sigur Joen Magnus Rasmussen, stjóri.