Í samstarv við CPH Business fer Glasir nú undir at bjóða føroyingum eina útbúgving innan fíggjarbúskap.
Talan er um eina yrkisakademiska útbúgving, sum gevur 120 ECTS og sum tekur 2 ár at lesa fulla tíð. Útbúgvingin gevur atgongd til ymsar professiónsbachelor útbúgvingar og tað ber til at fáa avriksflutning til aðrar bachelor útbúgvingar eisini.
- Tað hevur verið mest vanligt, at fólk, sum hava lokið miðnámsprógv fara í bankalæru í tvey ár og síðan taka Akademiútbúgving í fíggjarligari ráðgeving á kvøldskúla, meðan tey eru í fulltíðar starvi. Nú ber til, eftir loknan miðnámslestur, fyrst at lesa Fíggjarbúskap og síðani fara í starv í bankum, tryggingarfeløgum ella øðrum fyritøkum innan fíggjar geiran, skrivar skúlin í tíðindaskrivi í dag.
Talan er um seinnu merkantilu fulltíðar framhaldsútbúgvingina, ið Glasir bjóðar næmingum. Í 2015 bjóðaði Føroya Handilsskúli, nú Glasir, fyri fyrstu ferð næmingum at lesa Marknaðarførslubúskap.
Tá søktu heili 50 fólk upptøku til Marknaðarførslubúskap, harav 30 sluppu inn.
- Vónirnar eru góðar um, at Fíggjarbúskapur eisini verður væl móttikin, tí hesar báðar útbúgvingarnar eru javnt stórar uttanlands, skrivar skúlin.
Frá 1. apríl 2016 ber til at søkja inn á allar hægri útbúgvingar á Glasi í Marknagili. Umsóknarfreistin at søkja inn á Fíggjarbúskap er, eins og á hinum hægri útbúgvingunum, 1. juli.

Nú ber til at lesa fíggjarbúskap í Føroyum





