Nú brennur av álvara undir NSÍ

Annað tapið á rað á heimavølli ber við sær, at tað nú bara er eitt stig aftur til niðurflytingarpláss

EB/Streymur hevur í dag vunnið 1-0 á útivølli ímóti NSÍ. Málið skoraði Gutti Dahl-Olsen, tá ið tað restaðu 20 minuttir. NSÍ misti bóltin mitt á egnari hálvu, tá ið Gutti Dahl-Olsen tiltuskaði sær bóltin, tá ið ótryggu heimamenninir royndu at spæla saman, og Gutti rak miðvíst nbakrar metrar fram ímóti brotsteigarmarkinum, so smekkaði hann til, og bólturin sang í netinum aftanfyri Karstin Hansen, sum í dag vardi NSÍ málið.

 

Hetta var annar dysturin hjá NSÍ, síðani Sámal Erik Hentze tók við sum venjari, og hetta var aðru ferð, at úrslitið var 1-0 tap á heimavølli. Stigatalvan sigur, at støðan er alt annað enn góð hjá NSÍ, sum nú er eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Avrikið í dag boðaði frá, at tað er nógv, sum ikki vendir rætt í løtuni, og sum skal venda øðrvísi, um tað skal eydnast teimum í Runavík at vinna seg úr sera vandamiklu støðuni, sum teir eru í.

 

Eftiransingarnar vóru ikki sannførandi, bóltførleikin kundi bent á, at sjálvsálitið ikki er stórt, og tað gekk illa hjá heimamonnunum at finna sínar egnu, og renningarnar vóru ikki nógvar og serliga hugflogsríkar.

 

Hjá Jákupi Martin Joensen og hansara monnum í EB/Streymi sær tað heilt øðrvísi út. Hugburðurin í Runavík í dag var góður. Hóast NSÍ er væl undir EB/Streymi á støðutalvuni, so vóru tey ikki so fá, sum roknaðu við, at tað fór at verða torført hjá gestunum úr Sundalagnum at vinna stig, men tað gjørdu teir. Jákup Martin Joensen plagar at siga, at um allir arbeiða fyri allar, so er møguleiki at vinna ímóti øllum. Í dag arbeiddu allir fyri allar ímóti illa upplagdum heimaliði, og tað bar trý stig við sær.

 

EB/Streymur er á Europaplássi. Úrtøkan er 24 stig, og EB/Streymur er á fjórða plássi. Tað eru tvey stig aftur til B36, sum tó hevur spælt tveir dystir færri enn EB/Streymur.

 

Næsti dystur hjá NSÍ verður á útivølli ímóti B36, og næsti dysturi hjá EB/Streymi verður á heimavølli ímóti HB.

 

 

 

NSÍ – EB/Streymur 0-1 (0-0)

 

0-1: Gutti Dahl-Olsen 71.

 

Dómari: Petur Reinert

 

NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Miska Rautiola, Atli D. Petersen, Einar Tróndargjógv – Jørgen Nielsen, Betuel Hansen, Mathias Nielsen, Beinir Nolsøe, Lukas Giessing – Jørgen Nielsen, Klæmint A. Olsen

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Elias El Moustage, Rói H. Olsen, Árni G. Olsen, Niels Pauli Danielsen – Jacob Andersen, Tóki H. Johannesen, Mattias Weihe Joensen, Jóhann Hansson Joensen – Filip Djordjevic, Gutti Dahl-Olsen