Nú byrja vetrarkappingarnar

Kapingarárið hjá rennarunum byrjar í dag, tá fyrsta vetrarkappingin, Runt Agnið, verður á Toftum.

Klokkan 11 í dag byrjar kappingarárið aftur hjá føroysku rennarunum. Tá verður fyrsta skotið latið av í kappingini Runt Agnið, sum hesaferð eisini er fyrsta umfar í TF Vetrarkappingini 2015/2016.

 

Átta umfør vera í vetrarkappingini í ár, men tað er altso á Toftum, í samband við siðbundnu Runt Agnið kappingina, at startskotið verður latið.

 

Runt Agnið er 10,3 kilometrar. Runnið verður frá Tofta skúla, niðan á Agnið, til Runavíkar og so aftur út á Toftir. Málið er á vegnum oman til bryggjuna á Toftum. Tað er Roysnið, ið skipar fyri Runt Agnið.