Í gjár skrivaðu vit, at illa gitni Paul Watson er tveittur úr altjóða nevndini hjá Sea Shepherd, tí hann og felagsskapurin draga ikki longur eina línu.
Les meiri um tað her: Paul Watson tveittur úr Sea Shepherd
Men tað er ikki vist, at vit sleppa heilt av við hann fyri tað, tí nú er hann ístaðin valdur í nevndina fyri Sea Shepherd í Fraklandi, har hann framman undan hevur verið heiðurslimur.
Samstundis kunnger hann eisini, at hann byrjar fyri seg sjálvan og stovnar ein nýggjan felagsskap. Nýggi felagsskapurin fer at brúka sama framferðarhátt sum Sea Shepherd hevur brúkt, og sum Paul Watson hevur verið ímyndin av.
Paul Watson sigur, at endamálið við nýggja felagsskapinum er at byggja upp eina eind við væl útgjørdum skipum og manning, sum er til reiðar at seta seg sjálva í vanda fyri at verja lív og lívfrøðiligt margfeldni.
Paul Watson var eisini við til at stovna Greenpeace, men har varð hann eisini tveittur á dyr í 1977, tí tey vildu ikki góðtaka harðrendu framferð hansara. Tá stovnaði hann Sea Shepherd, har hann nú eisini er tveittur á dyr, tí tey siga, at tey ætla at leggja á annan bógv, og tað vil hann ikki góðtaka.