Nú byrjar sølan í jólasmáttunum í Vági

Fram til jóla fer at bera til at keypa sær ymiskt í hugnaligu jólasmáttunum, ið standa miðskeiðis í Vági.

 

Tað eru ymisk ítróttafeløg, ið skiftast at selja. Feløgini eru Vágs kappróðrarfelag, Susvim, VB og judo-felagið.

 

23/12 bjóðar býráðið okkurt gott.

 

Hesa vikuna er tað Vágs kappróðrarfelag, ið hevur sølu í smáttunum.

 

Søluskráin er hendan:

• Tórsdagin: Bollar og kakao

• Fríggjadagin: Heitar vaflur

• Leygardagin: Holukøkur og gløgg

• Sunnudagin: Rís a’la mande

Kaffi og saft verður til keyps allar dagarnar, og somuleiðis verður jólaligur heimabakstur og jóladekoratiónir til sølu.

 

 Jólamaðurin kemur á vitjan við smátturnar fríggjadagin kl. 16!

 

Upplatingartíðir hesa vikuna!

 Tórsdagur 4. desember: kl. 15.00 – 18.00

 Fríggjadagur 5. desember: kl. 15.00 – 18.00

 Leygardagur 6. december: kl. 14.00 – 19.00

 Sunnudagur 7. desember: kl. 14.00 – 19.00

 

Húsið hjá handverkarafelagnum hevur eisini opið í upplatingartíðunum, har til ber at seta seg inn í hitan og njóta tað, ið keypt verður í smáttunum. Húsið er pyntað til jóla.

 

Fólk ella feløg sum hava eitthvørt at selja kunnu venda sær til Miðlatún, upplýsa fyrireikararnir.