Nú er aftur koyrandi

Vegurin sunnan fyri rundkoyringina í Leirvík er latin uppaftur fyri ferðslu

Ein stóran part av fyrrapartinum og eisini seinnapartinum í dag hevur vegurin sunnan fyri rundkoyringina í Leirvík á veg til Norðoyatunnilin verið stongdur fyri ferðslu.

 

Landsverk boðar frá, at nú er aftur koyrandi, men heitt verður á bilførarar um at vísa varðsemi.

 

Hóast vegurin hevur verið stongdur, hevur tó verið møguligt hjá bilførarum við átrokandi ørindum at koyra á vegnum, tí bæði Landverk og politiið vóru á staðnum, og sostatt bleiv ferðslan leidd ígjøgnum vegin, har nógv grót lá.

 

 

rsakað av ringa veðrinum og nógvum uppgangi hevur vegurin sunnanfyri rundkoyringina í Leirvík á veg til Norðoyatunnilin veri avmarkaður fyri ferðslu, nú er koyrandi, men heitt verður á bilførarar um at vísa varðsemi