Nú er Annika føðsluhjálpari

Á matvøruútbúgvingini á Tekniska skúla í Klaksvík hevur ein næmingur í dag fingið prógv sum føðsluhjálpari.

Hetta er tíðin, tá næmingar ganga til roynd og taka prógv, og soleiðis er eisini á Tekniska skúla í Klaksvík.

 

Í dag hevur Annika á Stongum lokið prógv sum føðsluhjálpari á matvøruútbúgvingini, sum er á skúlanum í Klaksvík.

 

Annika hevur verið í læru á eldrasambýlinum á Sýnini í Miðvági, og í dag gjørdist hon so føðsluhjálpari.

 

Á Tekniska skúla í Klaksvík ynskja tey Anniku á Stongum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr.

 

##med2##

 

 

 

Magnus Norðberg, deildarleiðari, Meiken S. Michaelsen, próvdómari, Annika á Stongum og Hilda S. Kjølbro, lærari.