Brandur Højgaard, havnaumsjónarmaður, tók við starvinum sum havnarmeistari í Runavíkar kommunu frá og við 1. januar 2016.
Runavíkar kommuna hevur játtað honum farloyvi úr starvinum sum umsjónarmaður, og hevur samstundis sett hann í starvið sum havnarmeistari í eitt ár – í 2016.
Orsøkin er tann, at Runavíkar býráð einmælt hevur kosið Tórbjørn Jacobsen til borgarstjóra, tað sum eftir er av verandi kommunala valskeiði – ella fyri árið 2016.
Táið Magnus Rasmussen stillaði upp til løgtingsvalið, boðaði hann frá frammanundan valinum, at varð hann valdur, legði hann borgarstjórasessin niður og helt fram sum vanligur býráðslimur, tað ið eftir var av valskeiðnum. Hann bleiv valdur, og hetta hevur av góðum grundum havt nakrar rokadur við sær. Samstundis sum Tórbjørn Jacobsen gjørdist borgarstjóri á nýggjárinum gjørdist Helgi L. Petersen varaborgarstjóri.
Tórbjørn Jacobsen hevur fingið farloyvisjáttan frá starvinum sum havnarmeistari, tað sum eftir er av árinum, og Brandur Højgaard røkir sum sagt starvið fram til 31. desember 2016 á midnátt, táið eitt nývalt býarstýri sessast við kommunalu árarnar í Runavíkar býráði, og tá fer borgarstjórin aftur í starvið sum havnarmeistari.
Tveir havnaumsjónarmenn eru í starvi við Runavíkar havn umframt havnarmeistaran, veit heimasíðan hjá Runavíkar havn, portofrunavik.fo, at siga.
Havnarlagið í Runavíkar kommunu er víðfevnt - í Æðuvík, í Rituvík, í Runavík, á Glyvrum, á Skipanesi, í Funningsfirði, í Funningi, í Elduvík, í Oyndarfirði, í Skálafirði og á Skála.