Nú er Erling strikaður av heimasíðuni hjá Løgtinginum

Dennis Holm sleppur fyri fyrstu ferð at royna seg sum løgtingsmann

Hóast hann varð valdur á ting fyri Tjóðveldi á løgtingsvalinum 8. desember í 2022, so hevur Dennis Holm ikki roynt seg í starvinum. Longu á fyrsta tingfundi, sum hann var á, tann 8. desember í 2022, bað hann um farloyvi úr starvinum sum løgtingsmaður. Tað gjørdi hann, tí hann skuldi tilnenvast sum landsstýrismaður. Einasta atkvøðugreiðsla, sum Dennis Holm hevur verið við til í Løgtinginum sum løgtingsmaður er at velja Aksel V. Johannesen til løgmann. Tað gjørdi hann saman við tingfólkunum fyri Javnaðarflokkin, Sambandsdflokkin, Tjóðveldi og Framsókn á tingfundi 22. desember 2022. Tingfólkini fyri Fólkaflokkin og Miðflokkin atkvøddu blankt.

Næsti tingfundur verður fríggjadagin í næstu viku. Men tað verður ikki ein vanligur tingfundur, tí tá er bara framløga á skránni. Skráin kann broytast, men tá verða helst nógv lógaruppskot løgd fram, tí tá er seinasta freist at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum skulu avgreiðast í hesum tingárinum.