Nú er Hallur troyttur

Hallur Hansson spældi allan dystin, tá Vendsyssel í kvøld tapti fyri AaB í steypakappingini

Hallur Hansson spældi í dag sín triðja dyst upp á seks dystir, tá Vendsyssel tapti 2-0 fyri Superligafelagnum, AaB, í donsku steypakappingini. Hallur spældi allan dystin.

 

Fríggjakvøldið spældi hann móti Norðurírlandi á Tórsvølli, mánakvøldið móti Finnlandi í Helsinki, og í kvøld móti AaB á heimavølli í Vendsyssel. Í øllum trimum dystunum hevur hann spælt allan dystin.

 

Uppgávan í dag var trupul móti grannunum úr AaB, sum spæla í bestu deildini. AaB legði seg á odda í fyrra hálvleiki, og økti í seinna hálvleiki. Vendsyssel rann fyri tað mesta aftaná bóltflytingunum hjá AaB, sum nú er víðari í steypakappingini.

 

Hvørki René S. Joensen úr Vendsyssel, ella Gilli Sørensen úr Aab vóru í spæli.