Nú er Jagger langabbi

Frontmaðurin hjá Rolling Stones, kann nú eisini skriva langabbi á visitkortið

Í summar er Rolling Stones stóra høvuðsnavnið á einum annars væl settum Roskilde Festival. Leingi hava teir verið róptir rock-abbarnir, men nú kann hetta eisini víðkast til at fevna um langabbar.

 

70 ára gamli Mick Jagger, sum øll árini hevur verið frontmaðurin í Rolling Stones, varð nevnliga langabbi í farnu viku, tá abbadóttirin, 21 ára gamla Assisi Jackson, átti eina dóttir.

 

Bretskir miðlar skriva annars, at Jagger færnóg mikið at síggja til við abbarínum. Mamma Assisi, 42 ára gamla Jade Jagger, er nevnliga við barn, og hon skal eiga í komandi mánaði.