Tað vóru stórtíðindi hjá okkum at frætta, at ætlanin at byggja glashúsið omaná Landssjúkrahúsið nú er slept, men at byggjast skal út norðureftir ístaðin eftir teirri upprunaligu ætlanini frá 1991.
Jón á Steig, leiðandi yvirlækni á medisinsku deild er sera væl nøgdur við avgerðina í landsstýrinum um at byggja Landssjúkrahúsið út norður eftir eftir teirri upprunaligu ætlanini.
Hann sigur, at hin ætlanin, at byggja eitt glashús omaná takið á Landssjúkrahúsinum gav onga sum helst meining.
Tað hevði verið at tveitt góðar pengar eftir ringum pengum, tí tað hevði ongar framtíðarmøguleikar í sær. Tað hevði verið at bygt seg fastan, og tað hevði ikki arbeiðandi á sjúkrahúsinum, so leingi byggi arbeiðið var, tí arbeiðast skuldi uppi á takinum.
Jón á Steig sigur, at starvsfólkið bað tí um, at tær 29 miljónirnar, játtaðar vórðu til glashúsið, ístaðin blivu brúktar til at byrja útbyggingina við eftir 1991 ætlanini.
Og tað hevur landsstýrið so eftirlíkað nú.
Jón á Steig sigur, at tíðindi um, at farið verður undir útbyggingina komandi ár hevur lyft arbeiðshugin hjá starvsfólkini fleiri stig uppeftir.
Tað hevur gjørt okkum bjartskygdari, tí nú hava vit nakað at síggja fram vil, og lagið er nógv betri á fólki nú, Tað tók eitt øgiligt trýst av fólkinum, tí nú er okkurt at síggja fram til, sigur yvirlæknin.
Leypið ikki framav
Men samstundis sum yvirlæknin fegnast um útbyggingina, kann hann ikki lata vera við at lyfta fremstafingur og ávara politikarar.
Hann heitir á teir um ikki at leypa framav.
Vit stúrsaðu við, tá ið vit hoyrdu, hvussu dýr útbyggingin er.
Tað, vit hava hoyrt, er at ætlanin er at byggja út fyri næstan 100 miljónir.
Men tað er so ikki eftir ynski frá okkum á Landssjúkrahúsinum.
Tað, vit hava biðið um, er, at tær 29 miljónirnar, sum skuldi brúkast til tað óbrúkiliga glashúsið, heldur verða brúktar at útbyggja norðureftir fyri.
Jón á Steig heitir á politikarar um at ikki at leypa framav og at leggja so nógv fyri, at útbyggingin dettur niðurfyri einaferð afturat.
Tað hevði verið ein vanlukka um politikarar løgdu eitt so stórt og dýrt projekt fyri dagin, at tað sló bakk og datt niðurfyri aftur.
Tá er tað nógv betri, at bygt verður eftir eini smærri ætlan, sum letur seg gjøgnumføra, heldur enn at spenna bogan so hart, at hann brotnar beinanvegin.
Jón á Steig sigur, at tað, sum er umráðandi, er komið verður ígongd.
At útbyggja norðureftir eftir 1991, er framtíð í. Har byggja vit okkum ikki fastan, tí har eru møguleikar at halda fram seinni.
Hann hugsar sær t.d. at einar tvær hæddir verða innrættaðar í fyrsta umfarið.
Hann hevur roknað við, at tað fer at ganga eini trý ár at fáa hetta byggistigið frá hondini.
Tað er so trongt, at hvør lítil bati er stór hjálp, sigur hann. Og at byrja við at byggja fyri 29 miljónir eftir upprunaligu ætlanini, er ein góð byrjan.
Jón á Steig sigur, at enn er ikki gjørt av, hvat skal verða í nýggja bygninginum.
Á uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár, hevur Landsstýrið skotið upp at seta seks miljónir av til at útbyggja Landssjúkrahúsið fyri.
Longri frammi hevur Landsstýrið roknað við at seta 15 miljónir av at útbyggja fyri í 1999 og tríggjar miljónir í 2000.
Afturat tí eru fýra miljónir settar av til umbyggingar.
Tær skulu í høvuðsheitum brúkast til at umbyggja forhøllina til kirurgiskt ambolatorium, til leiðbeining og vekslara og til vaktarhøli til kommunulæknar. Ein umsitingarbygingurin skal byggjast um til kliniskt virksemi og umstøðurnar hjá kvinnulæknanum og føðideildini skulu gerast betri.