Nú er Lallana kunngjørdur í Liverpool

Liverpool FC váttar í dag, at sáttmáli er gjørdur við enska landsliðsleikaran Adam Lallana.

Les eisini: Nú skiftir Adam Lallana til Liverpool

 

Eins og flestu miðlar skrivaðu í gjár, so er Adam Lallana í dag kunngjørdur í Liverpool. Tað ljóðaði at Adam Lallana um vikuskiftið, hevði verið til læknakanning í Liverpool.

 

26 ára gamli Adam Lallana er triði nýggi leikarin í Liverpool í summar. Áðrenn hevur Liverpool keypt Emre Can úr Bayer Leverkusen, umframt Rickie Lambert úr Southampton.

 

Adam Lallana sigur við heimasíðuna hjá Liverpool.

 

-      Eg vóni at eg komi at fella væl til í felagnum. Somuleiðis vóni eg, at eg kann geva felagnum nakað eyka í spælistílin og eg vóni at vit kunnu vinna steyp. Eg eri komin til felagið fyri at vinna nakað.

 

26 ára gamli Adam Lallana hevur leikt 9 landsdystir fyri enska landsliðið.