Nú er nokk

Formaðurin í Fótbóltsdómarafelagnum heldur, at harði tónin mótvegis dómarunum má steðgast alt fyri eitt

Petur Reinert, sum eisini er altjóða dómari, heldur at vit nú er komin hartil, at fótbóltsdómarar má fáa eitt sindur friðarligari arbeiðsumstøður. Hetta ger hann greitt eftir hendingina eftir dystin millum B36 og Víking, har venjarin hjá Víkingi nú hevur fingið karantenu í ein dyst.

 

- Eg havi sum so onga meining um dómin – tað taka onnur sær av. Men eg haldi, at tað, sum fór fram í B36-húsinum eftir dystin, er undir alt lágmark.

 

Sigfríður Clementsen vendi eisini kanónina móti dómaranum í sínum viðmerkingum eftir dystin, men hesar heldur Petur Reinert ikki vóru av tí slagnum, sum fer heilt út um mark.

 

Lesið eisini: Siggi fekk ein dag

 

- Tað er sjálvandi harmiligt at hoyra slíkar viðmerkingar, men eg haldi ikki, at tær fara út um mark. Hetta er ein partur av spælinum, og viðmerkingar er nakað, sum ein dómari má liva við. Tá brotsspark verður dømt somikið seint í dystinum, so fara fólk upp í reyða feltið. Og kanst tú ikki liva við tí, so skalt tú ikki vera dómari, heldur Petur Reinert.

 

- Tað, sum eg harmist mest um, er tó, at onkur venjari longu eftir trimum umførum tvær ferðir hevur følt eina trongd til at venda sína ónøgd móti dómaranum. Hetta er nakað, sum má og skal halda uppat. Vit hava framvegis 24 umfør eftir at spæla, og vit dómarar, spælarar og venjarar skulu altso vera saman um at avgreiða hesi. Og tað kann gerast óluksáliga stríggið, um hesin tónin, sum nú er lagdur, verður galdandi allan vegin, sigur formaðurin í Fótbóltsdómarafelagnum.