Vit hildu tað, at nú var friður komin yvir flogvallarspurningin, tá ið tingið samtykti herfyri at seta pening av til fasta sambandið um Vestmannasund, men so gjørdi løgmaður Edmund Joensen bart, setti Sámal Petur í Grund frá og tók málið í egnar hendur og legði ís á tað.
Soleiðis er ein vanlig niðurstøða hjá einum vanligum vágamanni eftir tað, sum hent er í málinum, og nú hevur løgmaður so eisini givið vind í seglini hjá havnarmonnum viðvíkjandi Glyvursnesi, og tað er einki at siga havnarmenn ringar fyri, at teir snodda henda møguleika, tí teir eru heimsmeistarar í at snodda og apa sær eftir útjaðaraøkjunum.
Klárir at seta fót
Hugsa vit okkum eitt sindur um, so eru havnarmenn ongantíð verið fyrstir við nøkrum í hesum landi. Hetta segði eg nú ein dagin við góðan vinmann, og eftir at hann hevði hugsað seg um eina løtu, fann hann eitt, har havnarmenn hava verið fyrstir.
Teir vóru fyrstir at fáa sær graslíkisvøll!
Annars hava havnarmenn ongantíð verið undangongumenn, men so skjótt og knapt útjaðaraøkini hava funnið sær ein nýggjan vinnuveg til tess at menna sítt øki, ja, Gud hjálpi tú mær, so gongur ikki long løta, so eru havnarmenn klárir at seta fót fyri útjaðaraøkini!
Tað nýggjasta dømið er uppboðssølan, sum havnarmenn stríðast sum úlvar á skóg at fáa sær, tí útjaðaraøkini hava havt góðar royndir við hesi skipan.
Spøkir aftur
Og so er Glyvursnes-projektið eisini farið at spøkja aftur, og er tað bara upp aftur prógv um, at hesir havisjúku havnarmenn hava sett sær sum endamál at mergsúgva og oyða alt útjaðaraøkið sum tað er, tí alt skal liggja í Havn!
Tað skulu tó ikki stórir heilar til at rokna út, hvussu langt uttan fyri alt vanligt vit og skil ein slík ætlan liggur, og tað krevst ikki stórur roknikunnleiki at seta upp eitt lítið roknistykki, sum jarðleggur eina slíka ætlan og førkar hana bara longur og longur inn í ár 3000 e. Krist.
Brúka vit tey upplýstu mátini fyri Glyvursnes vøllin, longd 2500 m, og breiddina á flogvøllinum í Vágum, 150 m, og rokna út, hvussu nógvir fótbóltsvøllir skulu til ein slíkan flogvøll, koma vit til, at tað skulu einir 54 fótbóltsvøllir til henda flogvøll á Glyvursnesi.
Tórsvøllur
Og taka vit so Tórsvøllin inn í myndina, sum mettur er at kosta einar 26 mió. kr., so verður samlaði kostnaðurin av einum flogvølli á Glyvursnesi einar 1,6 milliardir krónur. Hetta er sjálvandi bara ein rá skitsa, tí her eru sjálvandi nógv onnur tøl sum eisini krevja eina gjølligari viðgerð, t.d. bygningar, útgerð o.a., men hetta er ein lítil samanbering.
Spurningur mín er nú, hvussu í allari víðu verð skulu havnarmenn fíggja henda flogvøll fyri knappar 2 milliardir krónur, tá ið teir ikki klára at fíggja ein Tórsvøll fyri 26 milliónir krónur?
Og vit kunnu skoyta uppí sum eitt slag av kuriosum og spyrja, hvussu skulu teir fíggja eina slíka íløgu, tá ið havnarmenn ikki klára at skaffa sínum egnu børnum dagstovnar?
Ólavur í Beiti