Nú er talið av deyðum meira enn tvífaldað

Myndugleikarnir í russiska lýðveldinum Makhatsjkala siga nú, at talið av deyðum í minsta lagi er 25, og at 66 fólk hava fingið løstir í spreinging á einari bensinstøð í kvøld.

 

Býurin Makhatsjkala liggur í sjálvstýrandi russiska lýðveldinum Dagestan, sum aftur liggur við Kaspiska Havið har suðuri í landinum.

 

- Millum tey deyðu í spreingingini í kvøld eru trý børn, veit russiska tíðindastovan, Interfax, at siga frá heilsumyndugleikunum í Dagestan.

 

Russiska tíðindastovan RIA veit at siga, at í minsta lagi tíggju av teimum 66 løstaðu hava fingið álvarsligar skaðar.

 

Varaheilsumálaráðharrin í Russlandi, Vladimir Fisenko, sigur sambært RIA, at 13 av teimum løstaðu eru børn.

 

Fyrr í kvøld upplýsti guvernørurin í Dagestan, Sergej Melikov, at tólv fólk vóru deyð, og at 50 vóru løstað.

 

Nú er talið av deyðum meira enn tvífaldað.

 

##med2##

 

Sagt verður úr Dagestan, at eldurin spjaddi seg um einar 600 fermetrar, og sambært neyðhjálparfólki var vandi fyri nýggjum spreingingum og eldi.

 

Lagt verður aftrat, at tað tók sløkkiliðsfólki meira enn hálvan fjórða tíma at sløkkja eldin á bensinstøðini í kvøld.