­ Nú er tíð at gevast

Marita Petersen hevur umhugsað sína støðu í hálvt ár. ­ Eg haldi at 10 ár er stórur partur av lívinum. Tað hevur verið harðlig og strævin tíð, men tað hevur eisini verið eitt privilegium at hugsa og arbeiða fyri tey, sum høvdu brúk fyri mær, sigur Marita Petersen

Tað var væntandi at Marita Petersen ikki fór at stilla upp aftur til løgtingsvalið komandi.

Hetta segði hon sínum valfelag í november mánaða í fjør, og tað hevur verið floksleiðsluni í Javnaðarflokkinum greitt seinastu tríggjar mánaðarnar.


Flokkurin vónaði at honbroytti støðu

Kortini hevur flokkurin havt eina vón um, at Marita Petersen, sum á Fólkatingvalinum fekk 1003 atkvøður, fór at umhugsa støðuna enn einaferð, men soleiðis varð ikki.

Spurd um hon vegna sítt nýggja starv sum stjóri á Sernámsdeplinum, hevur avgjørt at taka seg aftur í politikki, sigur Marita Petersen, at hetta starvið als ikki varð upp á tal, tá hon tók sína avgerð.

­ Eg haldi at 10 ár er stórur partur í lívinum.Tað hevur verið harðligt og strævið, men eisini eitt privilegium at hava møguleikan at gera okkurt gagnligt fyri tey, sum hava havt brúk fyri mær, sigur Marita Petersen.

Tað hava eisini verið vansar í politiska virkseminum. Eitt nú at ein politikari ongantíð ræður yvir sínari tíð, eins og tað er strævið altíð at vera fokus, heldur Marita Petersen.

­ Stundir eru heldur ikki til at mennast í starvinum, eitt nú til at lesa fakligt og samfelagsligt tilfar, sum ger teg enn betur føran fyri at røkja starvið.

­ Hinvegin eri eg takksom fyri, at eg fekk møguleika at fáa innlit í hvussu samfelagið er skipað. Tað gevur tær grundarlag at mennast, og kann kanska vera við til at gera teg dugnaligari í arbeiðinum og í samfelagnum, sigur Marita Petersen.


Søgulig hending

Hon skrivaði søgu 17. januar 1993, tá hon tók við sum fyrsti kvinnuligur løgmaður í Føroyum.

Hennara løgmanstíð varð mest strævna tíðarskeið í nýggjari føroyskari søgu. Tað eydnaðist kortini Maritu Petersen at stýra uttan um tey mest vandamiklu skerini, og hon var m.a. við til at varðveita sosialu skipanirnar, sum hon,tá harðast leikaði á, helt vera av størsta týdningifyri føroyska samfelagið.

Bert fáar dagar eftir at hon var tilnevnd løgmaður, var Marita Petersen á náttartíð var boðsend at koma til Keypmannahavnar at tosa við donsku stjórnina.

Seinni komu samráðingar og avtalurnar millum Landsstýrið og stjórnina um uttanlandsskuldina og at enda partabrævaumbýtið, ið Marita Petersen sum løgmaður avgreiddi, út frá síni bestu meting um, hvat var gagnligt fyri Føroyar, men sum seinni gjørdist ein gøla. Danir søgdu ikki Maritu Petersen sannleikan um støðuna í bankanum, hóast spurningarnir, sum føroyska sendinevndin setti í Keypmannahavn, vóru rættir.

Hóast Marita gevst í politikki, so fer hon frameftir at arbeiða fyri Javnaðarflokkin, tí sum hon tekur til: Tá ein fyrst hevur verið í politikki, er ógvuliga torført at skúgva tað heilt til viks.