Nú eydnaðist tað hjá Magnusi og 07 Vestur

At TB tapti í Sørvági ber eftir øllum at døma við sær, at tað í 2022 verður leygardagsfótbóltur í Trongisvági

Nýggi 07 Vestur venjarin og hansara menn eru nú omanfyri niðurflytingarstrikuna

Í dag var Magnus Powell fyri triðju ferð ábyrgdarmaður fyri 07 Vestur. Og í triðju royndini eydnaðist tað Magnusi og 07 Vestur fyri fyrstu ferð at vinna fulla úrtøku.

 

07 Vestur vann 3-1 á heimavølli ímóti TB. Hálvleiksstøðan var 1-0.

 

Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur hevur 14 stig, og at 07 Vestur nú er omanfyri strikuna. TB er framvegis aftast við tveimum stigum, og nú er ÍF undir strikuni. ÍF var ikki í eldinum í dag. HB skal hóskvøldið spæla á heimavølli í Europa. Tí varð dysturin í Fuglafirði millum ÍF og HB útsettur.

 

ÍF er næstaftast við 12 stigum fyri 12 dystir, 07 Vestur hevur 14 stig fyri 17 dystir, og B68 hevur 15 stig fyri 17 dystir.

 

Tað var Dann Fróðason, sum eftir hornaspark setti hol á, tá ið ein hálvur tími var farin. Hetta var fyrsta ferðin, at 21 ára gamli Dann Fróðason var málskjútti í bestu deildini.

 

Í fyrsta minutti eftir steðgin økti 07 Vestur um munin til 2-0. Málskjútti var miðvallarin Martin Heilberg Petterson við framúr skoti av brotsteigarmarkinum og seks minuttir seinni var 07 Vestur av álvara á sigurskós, tá ið miðvallarin Martin Tausen økti um munin til 3-0 eftir upplegg frá Marius Hagen.

 

Svenski 07 Vestur venjarin Magnus Powell er væl nøgdur við, at tað eydnaðist fyri fyrstu ferð at vinna fulla úrtøku, og at 07 Vestur ikki longur eru undir strikuni:

 

-Nú skulu vit hava í huga, at tað eru nógvir dystir eftir at spæla. Málið hjá okkum er at varðveita plássið í bestu deildini. Skulu vit megna tað, so er tað neyðugt, at vit framvegis arbeiða við at menna spælið – bæði í álopi og verju. Um tað eydnast, so er møguleiki fyri, at vit fara at vinna fleiri stig og sigrar, sigur Magnus Powell, venjari hjá 07 Vestur.

 

TB minkaði um munin, tá ið tað restaðu tríggir minuttir og 07 Vestur var undirmannað, tí Dánjal Pauli Lervig hevði sæð reyða kortið fyri neyðbremsu. TB málskjútti var John Villi Wøldike Leo við beinleiðis frísparki.

 

Tað hevur leingi verið mest sum greitt, at TB fer at verða annað liðið, sum fer at flyta niður. Tapið í dýrdarveðrinum í Sørvági í dag varð mest sum staðfesting av, at tað í 2022 verður leygardagsfótbóltur í Trongisvági.

 

07 Vestur – TB 3-1 (1-0)

 

1-0: Dann Fróðason 30.

 

2-0: Martin Heilberg Petterson 46.

 

3-0: Martin Tausen 51.

 

3-1: John Villi Wøldike Leo 87.

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Predrag Jeremic, Dann Fróðason, Kevin M. Jablinski, Dánial Pauli Lervig  – Martin Tausen (Janus Svabo Samuelsen, 80.), Martn Heiberg Petterson – Teitur Olsen (Ragnar Weihe, 82.), Marius Hagen (Albert Theis Nielsen, 82.),  Jóannis á Steig – John Fagerström

 

Gult kort: Marius Hagen

 

Reytt kort: Dánial Pauli Lervig 86. (beinleiðis reytt)

 

Venjari: Magnus Powell

 

TB: Nikola Stoisavljevic – Jens Erik Bruhn, Ndende Adama Guéye, Toni Takamaki,  Samudeen Musah – Nikolei Johannesen (Andreas Midjord, 69.), Moro Ibrahim, John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Filip Djordjevic, Kaspars Svarups (Ken Fagerberg, 56.)

 

Gult kort: Ndende Adama Guéye

 

Venjari: Lars Heiliger

 

Nýggi 07 Vestur venjarin og hansara menn eru nú omanfyri niðurflytingarstrikuna