Nú fáa vit koyrikortið á fartelefonina

Nú fáa vit øll eitt talgilt samleikakort á fartelefonina við bæði koyrikortið, og nógvum øðrum upplýsingum

Føroysku myndugleikarnir eru í fullari ferð við at menna eitt talgilt samleikakort, sum vit kunnu hava á eini app á fartelefonini. Og nú fer Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um hesi viðurskifti.

 

Í hesum talgilda samleikakortinum verður eisini eitt talgilt koyrikort og eftir ætlan verður appin klár at taka í nýtslu nú í fyrru hálvu í ár.

 

Eitt talgilt samleikakort fer at gera tað lættari á ymsum økjum. Við einum talgildum samleikakorti kunnu altíð prógva hvørji vit eru, hvat p-tal vit hava, og hvar vit búgva, og sostatt kunnu vit altíð prógva, at vit - eitt nú - hava rætt til eina ávísa tænastu.

 

Fyri at nevna tvey dømi kann nevnast, at fólk skulu prógva hvar tey búgva fyri at fáa avsláttur frá Strandferðsluni, og fyri at fáa avsláttur frá kommununi til ymiskt frítíðarvirksemi.

 

Ruth Vang heldur, at tað eru stórir fyrimunir við einum talgildum samleikakorti tí tað er javnan, at fólk skulu prógva hvørji tey eru fyri at fáa atgongd til almennar tænastur frá bæði landi og kommunum.

 

Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika er 13 ár. Men foreldur kunnu hava eintak av talgilda samleikakortinum hjá einum barni, sum er undir 18 ár.

 

Endamálið við hesum er, at foreldrini kunnu umboða síni børn, tá hesi hava tørv á at geva seg til kennar í samband við eina tænastu, eitt nú tá ið tey skulu prógva sín bústað fyri at fáa avsláttur frá Strandferðsluni, fáa avsláttur til frítíðarvirksemi frá kommununi.

 

Hetta verður tó ikki við í fyrsta umfari, at foreldur kunnu umboða børnini, men tað verður sett í skipanina skjótast gjørligt.

 

Men tað eru eisini fólk, sum ikki kunnu, ella vilja, vera ein partur av tí talgilda heiminum og tey kunnu so fáa eitt kort at hava í lummanum.

 

Ruth Vang leggur annars afturat, at tað talgilda samleikakortið skal vera brúkaravinarligt og lætt atkomuligt hjá øllum, eisini hjá hjá blindum, deyvum og øðrum við skerdum førleikum.