Tað er greitt, eftir at bæði Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum hava boðað frá, at tey fara at atkvøða fyri uppskotinum um sammøður, tá tey koma til 3. viðgerð í Løgtinginum.
Harvið er royndin hjá løgmanni at finna eina millumloysn miseydnað.
Serliga Johan Dahl hevur víst stóra misnøgd við samstarvið við Miðflokkin og Jenis av Rana, landsstýrismann floksins. Men tað er Miðflokkurin, sum púra greitt hevur boðað frá, at verða uppskotini samtykt, so er eingin samgonga.
Og uppskotini verða samtykt – í øllum førum sambært tí, sum Annika Olsen og Johan Dahl hava boðað frá í Kringvarpinum.
Annika Olsen tók øll á bóli í gjár, tá hon í røðu síni á Løgtingi undir viðgerðini av málinum gav til kennar, at hon fór at atkvøða fyri málunum. Tí hevði fáur roknað við. Og tá hon atkvøddi fyri málinum stóð á gomlum nøglum hjá samgonguni.
Hon hevur ikki viljað sagt frá síni støðu undir tilgongdini til málið, og tað hava tey flestu tikið sum, at hon fór at vera samgonguskjalinum lýðin og fella uppskotið.
Johan Dahl hevur alla tíðina sagt frá síni støðu, tí var atkvøðan hjá Anniku Olsen so avgerandi. Tí nú er tað ikki nóg mikið, at Kristin Michelsen úr Sjálvstýrinum atkøvður ímóti.
Stórur spenningurin nú er, um Jenis av Rana heldur orð. Um hann kortini fer at góðtaka, at samkynd fáa rættindi á hansara vakt í landsins stýri.
Ger hann, sum hann hevur lovað, og slítur samgonguna. Ella fer hann heldur at varðveita stóra valdið, sum løgmaður hevur givið honum í landsstýrinum, har flokkurin umsitur tvey aðalráð, hóast lítil flokkurin við bara tveimum tingfólkum.
Tað er ein eyðmýkjandi støða, sum Miðflokkurin er í. Tí júst tað at forða samkyndum at fáa rættindin er tilverugrundarlagið hjá flokkinum, sum nú kroystir flokkin úr landsstýrinum – og tað at Miðflokkurin hevur mótarbeitt koppsetingarpolitikkinum hjá landsstýrinum ger, at tað helst verður seinur dagur, at Miðflokkurin aftur er í landsstýrinum.