Nú fer at ganga fram á hjá Fiskasøluni

Fyri fyrstu ferð vísir ársroknskapurin hjá Fiskasøluni yvirskot. Men yvirskotið stavar ikki frá rakstrinum. Hann vísti eitt hall uppá knappar 2,2 mió. krónur. Men hóast tað, so eru góðar vónir um eitt betri úrslit í 98

Fiskasølan hevði aðalfund mánadagin og har var roknskapurin felagsins lagdur fram til góðkenningar.

Og hesaferð var nakað at tosa um. Roknskapurin fyri 1997 vísir eitt yvirskot uppá 447 túsund krónur aftaná skatt.

Nevndin í Fiskasøluni hevur tikið úrslitið til eftirtektar, men hevur samstundis staðfest, at úrslitið ikki er nøktandi.

Og tað hevði verið løgið um nevndin var nøgd við úrslitið.

Tí orsøkin til at roknskapurin hjá Fiskasøluni vísir eitt yvirskot á seinastu linju er, at bygningurin yviri við Strond var seldur til Føroya Sparikassa og vinningurin av hesi sølu varð tikin við í roknskapin fyri 1997.

Fiskasølan hevði eitt yvirskot, uppá knappar 11 mió. krónur, við søluni av bygninginum og tað eru hesar inntøkur, sum bjargað roknskapinum hjá Føroya Fiskasølu fyri 1997.


Leiðslan skift út

Føroya Fiskasølu seldi í 1997 nógv meir enn hon gjørdi í 1996.

Umsetningurin øktist við umleið 12 prosentum, men bruttovinningurin fall úr góðum 3 prosentum niður í 2,7 prosent.

Henda gongd er sjálvsagt ikki nøktandi, men í ársfrágreiðingini stendur, at rakstrarárið 1997 var merkt av trupulleikum við stórum halli í rakstrinum.

Hetta endaði við, at táverandi stjórin Poul Michelsen var loystur úr starvið 1. juli seinasta ár og Hans Johannes á Brúgv var settur í hansara stað.

Nýggja leiðslan gjørdi broytingar í rakstrinum, sum skuldu betra um ársúrslitið og sambært ársfrágreiðingini er hetta eydnast so mikið væl, at úrslitið av rasktrinum fyri seinna hálvár var betri enn ætlað.

? Goymslurnar og tapsvandin er munandi minkað og felagið er á tryggari kós.


Færri starvsfólk

Fyri at betra um raksturin hevur Fiskasølan minkað um aktivitetin.

Fiskasølusamtakið eigur fimm fyritøkur uttanlands. Tvær í Danmark, tvær í Frankaríki og eina í Bretlandi.

Í 1997 varð Faroe Seafood Danmark umskipað til eina deild hjá Føroya Fiskasølu. Hetta hevði við sær ein lægri rakstrarkostnað og eina neyvari stýring.

Leiðslan í Faroe Seafood Danmark er eisini broytt og alt tapsgevandi virksemi hjá felagnum er steðgað.

Faroe France verður rikið sum sjálvstøðugt felag, men eisinihar eru broytingar framdar. Gomlu eigararnir starvast ikki longur í fyritøkuni, og samstundis er starvsfólkatalið á fyritøkuni í Boulogne minkað úr 11 niður í 5.

Men tað hevur kostað Fiskasøluni ein heilan hóp, at sleppa av við starvsfólkini.

Í roknskapinum fyri 1997 eru ikki færri enn 7,8 mió. krónur í óvanligum útreiðslum, og tær fevna sambært viðmerkingunum um løn til starvsfólk søgd úr í starvi í árinum, umframt kostnað í samand við nýggjar verkætlanir.


Góð marknaðarútlit

Sambært ársfrágreiðingini eru marknaðarútlitini hjá Fiskasøluni góð.

Samlaða nýtslan á heimsmarknaðinum vaks við umleið 2 prosentum, men henda øking stavar serliga frá øktari sølu av liðugtrættum og fiskafingrum.

Prísurin á heimsmarknaðinum hevur verið høgur seinasta árið, m. a. kækkaði prísurin á feskum fiski við umleið 20%.

Niðurstøðan hjá leiðsluni á Fiskasøluni er tí, at maknaðurin fyri teimum flestu fiskavørum, sum Fiskasølan selur var góður í 1997. Prísvøkstur á øllum økjum uttan tá talan var um skalrækjur. Men búskaparliga støðan í Asia hevur eisini sína ávirkan á føroysk fiskasøluviðurskifti.

Størsti útvegarin hjá Fiskasøluni, er Fiskavirking, sum umboðar umleið 39 prosent av søluni.