Nú fer bólturin av álvara á rull

Fótbóltur: Umframt í steypakappingini verður spælt í landskapingini í lægru og yngru deildunum

Kavin er seinnapartin í vikuni svunnin burtur í einki, og sambært veðurforsøgnunum, so verður veðrið eingin forðing fyri, at fótbólturin í vikuskiftinum kann fara á rull kring landið.

Og um tað yvirhøvur skal lata seg gera at avgreiða kappingarnar sambært skipanina, sum Fótbóltssambandið hevur lagt, so er alneyðugt, at tað verður spælt í vikuskiftinum. Skipanin sigur, at ein rúgva av dystum í steypakappingini og í landskappingini skulu spælast í dag og í morgin.


Steypakappingin

Tá vikuskiftið er farið afturum, verður bólkaumfarið í kappingini um løgmanssteypið gott og væl hálvrunnið. Úrslitini higartil siga, at tað verða 1. deildarlið, sum skulu spæla í fjórðingsfinaluni. Men hóast onkur lið longu eru meiri ella minni vís í at sleppa víðari í kappingini, so hava tey framvegis fyrsta plássið í bólkunum at spæla fyri. Fyrsta plássið gevur rætt til heimavøll í fjórðingsfinaluni, og so sleppa vinnararnir eisini undan at møta øðrum bólkavinnarum.

Hjá kvinnunum hevur ikki verið serliga nógv spælt í steypakappingini. Hóskvøldið varð greitt, at síðsta felagið, ið hevur rokkið bólkaumfarið, er 2. deildarliðið hjá B68. Toftakvinnurnar, sum fluttu niður í 2. deild síðsta heyst, vóru á Skála, har tær vunnu rudduligan 5-2 sigur móti 1. deildar liðnum har, sum enn ikki tykist vera serliga væl fyrireikað til fótbóltsárið.

Sambært skipanina skuldi steypakappingin hjá unglingum verið komin so mikið langt, at fyrru hálvfinalurnar áttu at verið spældar komandi mánakvøld, men har eru teir ongan veg komnir. NSÍa og KÍ skulu spæla um annað plássið í aðrari hálvfinaluni, og B36a og B36b um hitt. NSÍb og GÍ skulu spæla um annað plássið í hinari hálvfinaluni, og EB/Streymur og FS Vágar um hitt.

Í dreingjadeildini áttu átta dystir í 2. umfari í kappingini um Koyriskúlasteypið at verið spældir 11. apríl, men nú er ásett, at teir skulu spælast 22. apríl.

Eisini í kappingini um Cadbury steypið, sum smádreingirnir kappast um, og um Mótasteypið, sum smágenturnar kappast um, eru nógvar seinkingar í skránni.


Landskappingin

Tað eru tvær vikur, til tað verður farið undir landskappingina í 1., 2. og 3. deild á mannfólkasíðuni, og kvinnurnar í 1. deild seta ikki hol á sína landskapping fyrrenn 17. mai.

Men í øðrum deildum verður av álvara farið undir landskappingina hetta vikuskiftið.

Nú fara smálombini at síggjast hoppa og renna á bønum, og dagurin í dag er tann fyrsti vikuskiftisdagurin, tá ein ørgrynna av børnum og ungum fara síggjast renna á graslíkisvallunum kring landið hetta og fram til eina ferð í september mánaða. Tað snýr seg um dreingjadeildina, smádreingjadeildina, piltadeildina, smápiltadeildina, smágentudeildina, gentur 10-12 ár og pinkudeildina.

Í 4. deild skuldi sambært skránni triðja umfar verið spælt hetta vikuskiftið, men har eru eingir dystir spældir, og FSF hevur sent feløgunum nýggjar ásetingar um flestu dystirnar, sum áttu at havt verið spældir í fyrsta umfari.