Nú hevur Løgtingið samtykt tvey stórarbeiði

Løgtingið hevur nú einmælt samtykt at fara undir ein tunnil og ein nýggjan ringveg

Soleiðis fer Fámjintunnilin at síggja út

Nú hevur Løgtingið endaliga avgreitt málini um at gera nýggjan Fámjinstunnil og nýggjan ringveg oman fyri Havnini. Bæði málini vórðu einmælt samtykt í Løgtinginum nú fyrrapartin, og sostatt eru tey endaliga samtykt og avgreitt. 

 

Tríggjar fyritøkur eru við í kappingini um at gera Fámjinstunnilin. Eftir ætlan lata tær tilboð inn fyrst í desember og æntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiði fyrst í komandi árið. Gongur arbeiði sum ætlað, verður tunnilin liðugur á sumri 2024. 

 

Annars høvdu lokalfeløgini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum í Vágum, og í Norðoyggjum umframt Miðflokkurin í Norðoyggjum, heitt á síni tinfólk um at boykotta bæði Fámjinstunnilin og ringvegin til gjøldini fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, vórðu avtikin.

 

Men hetta lurtaðu tingfólkini úr Norðoyggjum og úr Vágum ikki eftir, tí bæði Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin og Frimodt Rasmussen í Sambandsflokkinum í Norðoyggum, atkvøddu fyri. Triði tingmaðurin úr Norðoyggjum, Steffan Klein Poulsen, er ikki til staðar á Løgtingið. Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum í Vágum, atkvøddi eisini fyri.

 

Soleiðis fer Fámjintunnilin at síggja út