Nú kann vinnan leiga sær parkeringspláss

Klárt er at søkja um parkeringspláss til vinnubilar á havnalagnum í Hvalvík.

Talan er um eitt nýtt parkeringspláss, sum kommunan hevur gjørt niðri á havnalagnum.

 

Hetta eru parkeringspláss til vinnubilar, og her kunnu bæði størri og smærri bilar parkera.

 

Tað eru fimm støddir av parkeringsplássum, sum søkjast kann um.   

 

- Umsøkjarar mugu siga, hvør støddin er, sum tey ynskja sær, og hvussu nógv parkeringspláss ynskiligt er at leiga.

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at leigan er fyri eitt ár í senn, og søkjast má á hvørjum ári.

 

- Vit tilskila okkum rætt at tilluta plássini millum allar umsøkjarar, siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Á heimasíðuni - www.sunda.fo - kann søkjast um vinnulig parkeringspáss, og her sæst eisini, hvør kostnaðurin fyri parkering er.