Várdagar enda við tiltøkum í tjaldinum í kvøld

Í kvøld verður stórt altjóða tiltak á havnalagnum á Toftum, og síðan verður tað Blái Krossur, sum við einari sang- og hugnaløtu fer at seta punktum fyri Várdøgum í Nes kommunu hesaferð.

 

- Hesa vikuna hevur verið skipað fyri Várdøgum í Nes kommunu. Veðrið hevur verið gott, og uppmøtingin til ymisku tiltøkini hevur verið sera góð.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at Várdagarnir enda í kvøld við tveimum tiltøkum í tjaldinum á havnalagnum.

 

- Klokkan 18 verður skipað fyri einum stórum altjóða tiltaki. Smakkiroyndir frá ymiskum matmentanum verða at fáa, umframt at kommunan bjóðar ein vanligan føroyskan nátturða.

 

Eftir smakkiroyndir og døgurðan, verður stórt kakuborð. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Klokkan 20 í kvøld fer Blái Krossur at skipa fyri einari sang- og hugnaløtu. Ásbjørn Berthelsen fer at undirhalda, og Gadders, Taborkórið og Brandar fara at framføra.

 

Kartin Høgnesen fer eisini at hava eina andakt.

 

- Undir tiltakinum verður høvi at fáa ein góðan kaffimunn, og at enda verður suppa at fáa. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Nes kommunu í dag.