Nú kanst tú keypa Playboy húsið

Playboy Mansion er sett til sølu – og fyrrverandi eigarin fylgir við keypinum

Kenda Playboy húsið í Los Angeles, har Hugh Hefner hevur hildið sínar endaleysu veitslur og hevur livað sítt playboy-lív, er nú sett til sølu.


Felagið Playboy Enterprises hevur avgjørt at selja húsið og vil hava umleið 1,4 milliardir krónur fyri ognina.

Ein serlig treyt er tí við keypinum, tí seljarin vil tryggja sær, at 89 ára gamli Hugh Hefner kann verða búgvandi í Playboy Mansion, til hann hann doyr.

Fleiri av teimum, sum kenna húsamarknaðin, halda, at Playboy Enterprises krevur alt ov nógv fyri húsini. Ein meira hóskandi prísur hevði verið umleið 600 milliónir krónur. So tað kann verða, at tú kanst byrja við einum nakað lægri boðið enn tað, sum seljarin krevur.